Alheimsins Einglar
26. mai 2013 - Una
Skaldsøgan er brotna frásøgn
Páls um barnaár, ungdóm og deyða hansara. Páll er ein listaligur
og kensluborðin unglingur, sum veksur upp at verða ein maður, sum er sálarliga
illa fyri. Tá tað verður liðugt millum hann og damuna Dagny, elvist ørskapur í sinni
hansara. Vit fylgja Pálli á óumberiliga tungu lívsleið hansara: Heima hjá
foreldrunum, sum ikki orka hann, og á vitloysishúsinum, Kleppur. Á Kleppi hitta
vit aðrar vitloysingar, sum allir á onkran hátt eru við at skapa lív Páls.
Alheimsins einglar er tilognað
beigga Einari Már, Pálma Örn Guðmundssyni, men er hóast ikki um hann. Nógvir
eginleikar eru líkir hjá Pálma og Pálli. Bókin byggir sostatt á kunnleikar, sum Einar Már hevur frá beiggja sínum:
Lívsstøðan og veldiga einsemi teirra
sjúku.
Fyrsti partur av skaldsøguni
snýr seg um familjugrundalag Páls og um tíðina upp undir innlegging hansara á
vitloysishúsinum. At hann hevur ein veikan pápa kann verða tulkað sum ein orsøk
til hansara sálarliga støðuloysi, men
hvørki her ella í seinna partinum, sum fyri tað mesta gongur fyri seg á Kleppi,
eru ábendingar til at greina stríðið
sálarfrøðiliga ella at seta tað í eitt einstaklingssálarfrøðiligt høpi. Tað snýr seg meira um tað sosialu áskoðanina, um lagnuna hjá
einum ótilpassaðaum útistroki í einum felagsskapi, har øll halda eyga við øllum, og har familjan ella slektin er so
avgerandi fyri einstaklingin, at
hann má falla við morali og styrki forferdranna.
Alheimsins einglar er sum eitt slag av framferð fyri íslendska samfelagið, og Páll talar ikki bert vegna
sjálvan seg og hinar sjúklingarnar á vitloysishúsinum, tá hann sigur: “Sovorðið kanst tú ikki siga,” sigi eg. “Vit
eru allir eins framman fyri Gudi, sjálvt um vit eru sjúkir. Vit eru einglar.
Alheimsins einglar.”
At sjónarhornið í bókini er
hjá Pálli, at tað er hann, ið fortelur, er eitt sindur av einum paradoksi.
Fyrst og fremst tí hann er deyður, tá frásøgnin byrjar og fyri tað næsta, tí hann sum eg-forteljari viðhvørt fer
yvir sítt mark við millum annað at vera alvitandi. Men hóast at tað er ein ástøðilig eygleiðing, sum knirkar við sjónarhorninum, knirkar frásøgnin sanniliga ikki,
tí Einar Már megnar at bera tað fram.
Skaldsøgan er býtt í ellivu partar. Fimm teir fyrstu
partarnir bera felagsheitið Alheimsins einglar, meðan seks teir seinnu partarnir
bera heitið Rekandi skuggar. Hvør partur er aftur býttur sundur í fleiri smærri
partar.
Einar Már skrivar ógvuliga gerandisligt, men ein má
tó lesa væl og halda eyga við fjaldum týdningum. Hann er kendur fyri sítt
serstaka skemtingarsemi og myndamál í verkum sínum.
Árið er 1949. Vit eru í
Reykjavík í Íslandi. Páll er føddur. Hetta er hin sami dagur, sum Ísland fer
uppí NATO (North Atlantic Treaty Organization). NATO hevur til endamáls at verja frælsi og trygdina hjá øllum limum sínum í
Evropa og Norður U.S.A. í samsvar við meginreglu United Nation
Charter. Amerika brúkti Ísland sum herstøð og høvdu sett upp radarar har fyri
at forða at fíggindin, Sovietsamveldið, skuldi koma vestur um hav til Amerika
og bumba teir niður.
Tíðarfestingin hevur nógv at siga fyri frásagnina. Um
hetta mundi verður Ísland sera amerikaniserað við bilum, vørum og tónleiki. Vit
hoyra nógv til henda tónleikin í Alheimsin einglar, eitt nú bólkar sum the
Beatles*, Grateful Dead, the Who*, the Rolling Stones* og the Cream* verða
nevndir.
“Tann dagin, tá ið heimurin varð kloyvdur.” Tað brotna hevur ein stóran leiklut í
frásøgnini. Hon er sjálv eitt rað av brotum og splintrum av endurminning, har
andlit og mannalagnur merktar av lívi, sum slitnaði á hálvari leið, reika inn
og út úr frásøgnini, og barnaminnini, sum ganga á kross av skipbrotnum
vaksnamannalívi. Frásøgnin sjálv kemur til sjóndar sum ein fastfryst mynd av
einum syndraðum alheimi.
Alheimsin einglar er ein
ógvuliga sigandi skaldsøga eftir mínum tykki. Ein fer at hugsa um ymiskt, sum
ein kanska ikki vanliga ger. Til dømis um umstøðurnar hjá teimum sálarsjúku, hvussu
tað er at verða innilæstur – bæði handan dyr og í sær sjálvum – og hvussu
tíðirnar hava broytt seg.
Hetta er ikki júst ein kát søga, men
hon er fylt við hita og skemtingasemi. Avgjørt ein bók, ið fær ein at hugsa seg
um. Summar bøkur hevði ein ynskt, at ein ikki hevði lisið, tí so var enn tann
upplivingin eftir – soleiðis havi eg tað við hesi skaldsøguni.
* Hetta eru enskir bólkar, men teir vóru og eru enn heilt stórir í Amerika
Heilt einastandandi bók!
ReplyDelete