2.apr.13 - Anný

Eg datt á eina danska lista-verkætlan frá 2011 her fyri. Eg helt hon ljóðaði sera áhugarverd og ein fagnaður til kusuna er altíð gott - ella hvat ? Men so skjótt eg sá myndurnar, gjørdist eg meira forfard og illa við. Tit hava allarhelst hoyrt um hesa verkætlaðina fyrr, hon var nógv upp at koyra á Roskilde 2011. 
Eg tosi um "Kussomaten", ið er ein fotoboks, har tú anonymt kanst taka eina mynd av tínari "Nikolinu", og harvið lata myndina til eitt myndasavn, sum vil varpa ljós á hvussu ymiskar við kvinnur eru í neðra. 
"Alt ov nógvar myndir av tí kvinnuliga kynsliminum ið streyma á alnótini, eru pornografiskar. Tann pornografiska kusan má liva upp til nøkur krøv, ið ljóða soleiðis : Hon skal verða symmetrisk, minimalar kynslippur og so skal hon sjálvandi eisini vera raka."  Soleiðis stendur tað skriva á Kvinde kend din krop! (link til heimasíðuna)
Á heimasíðuni sært tú myndurnar í vóru tiknar í 2011. Við ovurspenningi siti eg við nøsuni næstan uppi í skerminum. Eg trýsti á eitt link, ið skal vísa mær á myndurnar..- og sum eitt snarljós kasti eg meg so langt vekk frá skerminum sum til ber. Eg havi tí stórstu øv-kensluna sitandi í kroppinum. 
Eg eri púra samd við, at pornografisku fjølmiðilarnir hava skapa skeivu myndina av hvussu ein kusa sær, ella skal síggja út. Men skulu myndurnar av tí nátúrligu nikolinuna beinleiðis verða ljótar og vemmuligar?  Meina tey verðuliga at ein kvinna, ið sær hetta hugsar "wow, vit kvinnur eru flottar í neðra, eg eri stolt" ? - Tað var í øllum førum ikki tankin í sæt eftir í mínum høvdi, tvørturímóti. Tað er líka við at eg haldi, tær pornografisku myndurnar ið sveima á alnótini, eru meira innbjóðandi og appetitligar ( beint sum tað er sagt ) enn myndurnar verkætlaðin vísir. 
 Men missskil meg ei - tað er ikki sjálvt kynslimin er vammlist av, tað er mátin alt verður mynda. Tað er onki vakurt ella estetiskt yvir hesum myndinum, ið gevur meg eina góða og stolta kenslu av at verða kvinna. Eg haldi heldur myndurnar skulu víst tann kvinnuliga kroppin og kynslim - fín, vøkur, feminin, individuel, veik og sárbar. Hendan verkætlaðin gevur meg øvuta feeling. Døm sjálv :

Hvussu kennist hetta ?

2 comments:

  1. wut da fuck ?

    ReplyDelete
  2. Hey, kul at tú tekur hetta upp!

    Men kanska tú manglar eitt sindur av sjálvransakan umkring hví tú heldur myndirnar vera `ljótar og vemmeligar`? Hvat er tað sum er ljótt og vemmeligt? Persónliga haldi eg tað er befríandi at síggja kvinnulig kynsorgan sum ikki eru stillaði estetiskt upp, men bara er avmyndaði júst sum tey síggja út (sum vel eisini var tankin handan verkætlanina). Og síðani lýsingarorðini sum tú heldur skulu umboða kvinnuliga kynið : fín, vøkur, feminin, individuel, veik og sárbar, hm? Eru tað hesi lýsingarorðini sum fáa teg at kenna teg sum eina sterka kvinnu? Hví skal kvinnan framstillast veik og sárbar?

    ReplyDelete