Elizabeth Cotten, ein legenda
05.  Apríl 2013 - Una



Elizabeth "Libba" Cotten (5. januar 1893 - 29. juni 1987), best kend fyri tíðarleysa klassikaran "Freight Train", er kendi blues- og fólkatónleikarinnan. Gjøgnum sangskriving og framúrskarandi guitar- og banjostíli hennara hevur hon inspirerað og ávirkað generatiónir av yngri listafólkum. Tónleika yrkisleið hennara byrjaði í aldrinum, tá onnur byrja at hugsa um pensjón - Cotten var 67 ára gomul, tá hon spældi fyrstu konsert sína og næstan 80 ára gomul, tá hon av álvara byrjaði at skapa egin verk. Í 1985 fekk Cotten ein Grammy, 90 ára gomul. 

Libba Cotten lærdi seg sjálva at spæla guitar og banjo um átta ára aldur. Hóast hetta varð bannað henni, lándi hon ofta ljóðførini hjá beiggjanum, tá hann var burtur. Hon vendi ljóðførunum øvut, so lættari varð at spæla vinstrahandað. Um síðir spærdi hon $3.75 og keypti sær ein Stella guitar í einum lokalum manufaktur handli. Cotten byrjaði skjótt at byggja sín egna guitarstíl, har hon spældi bassstreingirnar við fingrunum og lagið við tumlinum. Ein spæliháttur, sum seinni varð víðakendur, sum "Cotten picking".

Libba giftist við Frank Cotten, tá hon var 15 ár og fekk eina dóttur, Lily. Sum Libba alsamt fall djúpri í familjulívið, gekk hon nógv í kirkju, har hon varð ráðgivin at gevast við sínum guitar tónleiki. Tað var ikki fyrr enn mong ár seinni, at Cotten megnaði at útviklað síni ómetaligu evni til yrkisleið innan tónleik. 62 ára gomul tók hon fyrstu fløgu sína út, Negro Folk Songs and Tunes.

Í 1960, tá tónleikur hennara veruliga gjørdi um seg, fór Elizabeth Cotten á tónleikaferð gjøgnum Norður Amerika. Hon framførdi millum annað á Newport Folk Festival, Philadelphia Folk Festival, University of Chicago Folk Festival og Smithsonian Festival. Yrkisleið hennara vakti stóran ans í fjølmiðlunum og virðislønum, millum annað National Folk 1972 Burl Ives Award fyri hennara íkast til amerikanskan fólkatónleik. Hon varð í 1983 heiðrað av býnum Syracuse, New York, har hon hevði verið seinastu árini av lívið sínum, sum uppkallaðu eina lítla park eftir henni: the Elizabeth Cotten Grove.

Seinnu fløgur hennara, Shake Sugaree (Folkways, 1967), When I'm Gone (Folkways, 1979) og Elizabeth Cotten Live (Arhoolie 1989), fingu framvegis viðurkenning frá ummælarum. Elizabeth Cotten Live vann ein Grammy fyri Besta Etniska ella Siðbundna Fólkaupptøku í 1985.

Elizabeth Cotten helt áfram við tónleikaferðum og framførðslum til endan á døgum hennara. Seinasta konsertin varð sett saman fyri henni av Odetta í New York, várið 1987 - stutt fyri deyða hennara. Arvur Elizabeths livur víðari, ikki bert í upptøkunum, men eisini í mongum listafólkum, sum halda fram at spæla verk hennara. Men sanni arvurin liggur í teimum túsundtals guitarleikarunum, sum virðismeta sangir hennara, varðveita og halda serstaka tónleikastílinum á lívið.


Bert 11 ára gomul skrivaði Elizabeth Cotten tíðarleysa klassikaran Freight Train.



No comments:

Post a Comment