All the hoes jiggle your tits for Brooke Candy
11. Apríl 2013 - Anný
Tann 23 ára gamla Brooke Candy tók alnótina við buldur og brak í 2012, við stoltleika fagna sína "pussy" sum heimsins áttanda vindeyga.
Brooke vaks upp í einum miðalklassaumhvørvi í L.A. Pápi hennara arbeiddi fyri blaðið Hustler (ið er eitt sexmagazine), so pornografi var ein partur av gerandisdegnum.
Brooke gjørdi á fyrsta sinni um seg í sanginum "Genesis", har hon leikar sum dansarinna. Síðani fer hon sjálv at skriva og syngja, og í sanginum "Das Me" traðkar hon alvorliga í karakter, sum ein hálvnakin Lady Gaga'ish-mutant, bert meira sleazy, men tó við estetikk.
Silvur- og gullklæðir, langar ljósareyðar flættur, buffalo skógvar, kilometra langar negl í ælabogans litum. Tað líkist mest av øllum einum orgie av sex og narko, soleiðis vil eg lýsa Brooke Candy.
»All the dudes wiggle your dicks
for Brooke Candy/All the hoes jiggle your tits for Brooke Candy.«
Nýggjasti sangurin "I wanna fuck right now"
Hon er nokkso kul, men sangirnir eru ikki góður!:o
ReplyDelete