Gestablogga: Lív
23.  Apríl 2013 - Kristina

Kristina Clementsen er 16 ára gomul og gongur á Studentaskúlanum í Hoydølum. At skriva er eitt, sum hon ger nógv av, og hevur hon gjørt tað leingi. Les persónligu bloggu hennara HER.



Tey kavakløddu, myrku trøini spældu sær á kalda vetrardegnum. Áin var fryst, og tú hoyrdi einki annað enn kalda vindin, ið lat seg reka í luftini. Tíðliga á kvøldinum, tíðliga á árinum, og tí var tað longu byrjað at skýma tíðliga á degnum. Hon gekk, við løttu fótafetum hennara, omaneftir tí vælkenda vegnum. Framvið sokallaða grøna, vakra skógin, har dunnur og hugnaligar familjur vóru vanligar leygardagar. Hon skeitti niður í posan til nýggja, hvíta kjólan, ið glitraði júst sum hvíta, kavaklædda gongugøtan. Tankar hennara høvdu vent sær alla vikuna um hendan leygardag, ið skuldi fyllast við gleði og rúsandi kenslum. Rúsandi gleðin skuldi fylla hana og vinfólk hennara aftur hetta vikuskiftið. Tað var sum um, at hetta var vorðið ein long ringrás, ið ikki var ónd, men heldur ikki kundi brótast. Um tað var ringt ella gott hevði hon ongantíð áður givið sær ein tanka um fyrr enn mamma hennara suffaði, tá ið hon gav henni tey boð um, at vikuskiftið skuldi brúkast í býnum. Ikki fyrr enn hon hoyrdi tær syrgjandi varrar, ið lótu navn hennara frá sær, “Lív, elskaða”, men hesin tanki varð skjótt sleptur, tá ið vakri, nýggi kjólin varð tikin fram. Vøkru bein hennara sóust í kjólanum, og klæna miðjan varð togað longur inn við stramma bandinum, ið varð bundið um kjólan. Spegilsmynd Lívs var prýtt við gleði, og hon droymdi seg á kvøldið. Kvøldið, ið ongantíð skuldi gloymast fór nú at byrja.

Út úr bilinum slepti hon dreyminum, vinkaði til kæru hennara, og fór inn í svarta húsið har kvøldið skuldi byrja. Nú var veruliga myrkt, og tað líktist til, at mánin fór at fara undir grá og tung skýggj. Inni var heldur ljósari, men tó lá eitt myrkt lag yvir ljósinum, ið spældi sær runt og skapti hugnaliga huglagið. Lív var ikki tann fyrsta, meir ein av teimum síðstu, ið var komin. Øll høvdu tosað um hetta leingi, og aftaná fór tað neyvan at vera minni tosa um. Tað var skrúva upp fyri tónleikinum, fjøldin gjørdi vart við seg, og øll vóru í góðum lag. Syngjandi posar teirra vóru fyri langari tíð síðani tiknir fram á borðið. Tey vildu hava hetta at byrja, júst sum tað ongantíð skuldi enda. Oman eftir hálsinum sveið tað, og meira tað rann niður, meira byrjaðu eyguni at blikna. Av hesum misti kroppurin kensluna av at kenna, og varð blakaður til eitt annað stað.

Tað kendist sum ein syngjandi rúsur, ið hon ei vildi sleppa. Hann dansaði runt í høvdið hennara, og tók hana runt tær leiðir, ið hon vildi fara. Ljósini gjørdust kámari og litirnir sterkari. Tónleikurin gjørdist harðari og rødd hennara fjaldi seg aftanfyri alt annað. Eygu hennara opnaðust, hóast hon blundaði í myrkrinum. Hon sang seg burtur við øðrum røddum, ið køvdu hennara. Ein heimur, ið ikki var til í veruleikanum var til í rúsinum. Fangandi rúsurin, vildi ei sleppast av nøkrum, ið rúsaður var. Øll vistu , at nú var tíð til, at fara útum dyr, og møta øðrum lívligum menniskjum. Teir tunnu jakkarnir og høgu skógvarnar vóru tiknir uppá seg, og klárt var at fara, við øllum fløskunum, omaneftir har lív var í.

Har meira niðurum kom, kámaðust eygu eins sjálvan meir. Hon sá ei longur litirnir á fjøldini, ið fyrr vóru har. Hon var komin útum.  Tað hevði lagt seg ein svørt toka frammanfyri eygu Lívs, og myrku trøini bardust heldur enn at gleðast. Kaldi vindurin blæs hart á kalda kroppin, ið ei longur vildi opnast, men balla seg saman til eitt. Skógurin tók hana inn til sín, risti hana, hugdi at henni og slepti henni avstað. Út í leysa luft, leysan heim har, ið eingin kundi fevna um við reinum hondum. Rúsandi heimurin var ei longur virkin, men fjaldi veruleikin opnaði seg. Opnaði seg fyri tí óseka, ið ei longur skuldi virka. Óseki nakni kroppurin lá á gongugøtini, opin fyri øllum, og kavaklædda gongugøtan fyltist við enn meira kava. Frystandi kavin fekk munnin at skríggja dreymarnir út, og teir flákraðu við í vindinum. Skríggið drap allar livandi kyknur, ið fyrr høvdu livað í sær. Ljóðið kimaði í oyrunum, og fekk andadráttin upp at koyra. Sveittin rann, og kroppurin ristist. Alt í einum, og svarta tokan hevði lagt seg tjúkt um eyguni. Einki sást, júst sum, at einki var hent.

Samankroystu eyguni, ið hon akkurát fekk opnað, sóu onkran við trøini. Ein í reyðan jakka, ið sá at kavaflykrurnar vóru reyðar av kroppi hennara. Hon skríggjaði tað, ið hon var ment. Eftir hesum manni, og við tungum fótafetum gekk hann leiðina ímóti henni. Uttan eitt orð tók hann gomlu telefon sína fram, og ringdi til tey hægru. Til tey, ið setti henni hundraðtals spurningar um einki. Tey vildu ikki hava hana har longur, og søgdu henni ímóti øllum. Í svarta, loyndarfullan bilin varð hon koyrd heim í, har eingin annar tók ímóti henni uttan song hennara. Hon legði seg í songina og undir heitu dýnuna, har ið tryggleikin skuldi raka hana. Har skuldi heita dýnan verja og verma hennara. Meðan kroppur hennara bliknaði frá kuldanum kendi hon aftur tær stóru, andstyggiligu hendur hansara um kropp sín, og tær læstu seg fasta.



No comments:

Post a Comment