Lover Lover
19.  Apríl 2013 - Anný
Myndir: Anný Djurhuus

Hóskvødi 4.apríl framførdu Lover Lover, ið er ein akustiskur electropop-duo, fyri fyrstu fer í Sirkus. Eg var til staðar, tá ið konsertin fór fram, og mær dámdi sera væl teirra hugsveimandi og vakra tónleik, ið eg ikki heilt dugi at  seta í ein einstakan bás. 
Tað eru vinmenninir báðir Petur Háberg og Filip Mortensen ið manna bólkin, ið eisini hava spælt í bólkum sum Bet You Are William, The Ghost og Dead Beat Punk. Teir fingu stóra møguleikan at hita upp fyri Eivør í VEGA 11.apríl, og tað var tað, ið setti teir í gongd. "Tað er sum at koma á landsliði" søgdu teir í Góðan Morgum Føroyar. Alt í alt, vóni eg, at vit hoyra nógv frá teimum báðum í framtíðini. 

Lover Lover - Most Magnificent Of Artworks (demo)

Lover Lover - Trouble Trouble (demo)




No comments:

Post a Comment