Wacken Metal Battle Føroyar - Fríggjadagur
16. Februar 2013 - Una

Mynd frá WMB FO 2012 - ©Eija Mäkivuoti

Meet & Greet:
Klokkan 15 var skipað fyri einum sokallaðum Meet & Greet, har bólkanir fingu høvi at hitta dómaranar:

Teemu Suominen, frá Metalheim Industries, er úr Finlandi og er ikki fremmandur í Wacken Metal Battle, tá hann eisini var dómari her í fjør. Hann hevur nógvar royndir við bólkum sum til dømis Insomnuum, Shining, Swallow The Sun og nógvar aðrar. Fyrireikarinir mettu hansara serkunnleika verða neyðugan enn eina ferð.

Næsti dómarin er Kasper Molin úr Aalborg, Danmark. Nógvi føroyingar, ið hava verið á Wacken fesivalinum, kenna kanska navnið aftur frá teimum minniligu busstúrunum til sjálva festivalin, sum hann hevur samskipað í nógv ár ígjøgnum Livescenen. Tey seinastu trý árini hevur hann skipað fyri Wacken Mettal Battle í Danmark. Eisini hevur hann skipað fyri konsertferðum og konsertum hetta seinasta áratíggju fyri mangar bólkar. Serkunnleika er nakað, sum fyriskiparinir meta vera eyðkenni fyri altjóða dómara panelinum, og Kasper hevur sanniliga nógv av tí.

Þorsteinn Kolbeinsson, úr Íslandi, er konsert fyriskipari. Hann hevur skipað fyri konsertum í Íslandi síðan 2003, tá Mastadon (US) vitjaðu Ísland. Síðan tá hevur hann lagt til rættis konsertir við millum annað Amon Amarth, Týr, Cannibal Corpse, Steelheart, Finntroll, Into Eternity, Pestinece og nógv onnur. Hann byrjaði at skipa fyri bólkaferðirum til Wacken fyri íslendarar í 2004 og hevur fingist við Wacken Metal Battle í Íslandi síðan 2009.

Føroyski dómarin í ár er Terji Skibenæs, ið byrjaði at spæla guitar, tá hann var 13 ára gamal. Eldri beiggin lærdi hann eitt sindur, men hann lærdi seg mest sjálvur. Fyrsti bólkur, Terji var við í, var Flux, sum spældu á somu tónleika kapping, sum Týr. Tað var tá, at Terji og Heri Joensen varnaðust, at teir dámdu sama tónleik. Terji varð kontaktaður av Hera í desembur 2001 og varð spurdur um at koma at spæla í Týr.

Lív Zachariasen gav bólkunum praktiska kunning um hvat og hvussu. Síðani fingu bólkanir høvi at seta dómarunum spurningar um ymiskt hent. Spurt varð um ymiskt við víkjandi demoir, hvussu man verður "uppdagaður", og hvørjum dømt verður eftir.
Síðani fóru vit á sight-seeing við dómarunum til Kirkjubýggjar. Har greiddi Sigrið okkum frá ymsum søgum úr Kirkjubøð. Nógvu vindur og kalt var, men tað steðgaði okkum ikki í at fara oman í kirkjurnar báðar og at ganga eitt sindur og mala. Aftaná fóru vit aftur hvør til sítt at fyrireika okkum til brakið, sum skuldi verða seinni á kvøldinum.

Dyrnar lata upp:
Tá eg kom oman eitt sindur áðrenn 21, vóru nógv fólk uttanfyri Sjónleikarhúsið. Eg fann mær vegin innar, prátaði við nøkur fólk á vegnum, og fór síðani inn í salin. Har var skjótt fylt av fólki, tá rock'n'roll bólkurin The Happening byrjaði. Anselm helt í mikrofonini, sum var hon ein partur av honum, og The Happening fingu skjótt allar áskoðaranar við sær. Teir áttu simpulthen pallin!
Eftir teir, vóru tað Tidal Crush, ið áttu tørn. Metalcore bólkurin hevði eina heldur óheldiga byrjan, men kom væl burtur úr tí aftur. Stutt sagt, sum ein bólkur av dreingjum, ið spæla í eini garagu.
Melodiski bólkurin Synarchy spældu løg frá fyrru fløguni, Scars of Gratitude, og riggaði hetta avbera væl. Synarchy hava ikki verið so virknir nú í seinastuni, men hetta kvøldið fingu teir veruliga foldað seg út, og fjøldin var á gosi!
Reduced to Ash var seinasti bólkurin. Teir tóku áskoðaranar við stormi, tá teir trinu á pallin. Hóast teir bert hava verið saman í fáar mánaðir sum bólkur, megnaðu teir væl at skapa eina góða heildarmynd og at fáa fjøldina við allan vegin. Kvøldsins hæddarpunkt, eftir mínum tykki.
Alt í alt var hetta eitt avbera gott kvøld, við moshpittum og headbanging frá byrjan til endans. Vit síggjast aftur í kvøld!

Hentar leinkjur:


No comments:

Post a Comment