Gamlar damur seta mótan 
16. Februar 2013 - Anny



Avantgarde møtir estetikk. Hetta er kanska tey tvey lyklaorðini, ið  best lýsa tann eitt sindur ótraditionella mótabloggin, Advanced Style. Her kanst tú gloyma allar tínar fordómar um gomul fólk, tí tað eru nevnliga tey í umboða her inni. Kvinnur við blóðreyðum varrum, flottum mynsturm og stuttligum hattum, menn í pels og við stórum yvirskeggi, er íblástarkeldan - og Ari Seth Cogen er maðurin aftan fyri bloggin. 


Bloggurin hevður verið uppi í 5 ár, tó er hann líka spennandi og stuttligur fyri hvørja fer eg hyggji inn. Smíli veksur størri og størri, og eg hugsi, at hesi fólk høvdu væl kunna verði omma og abbi. Tað eru sonn lívsnjótarir, sum hesi, ið gera tað lættari av gerast eldri.

Sí bloggin HER

No comments:

Post a Comment