Wacken Metal Battle Føroyar - Leygardagur
17. Februar 2013 - Una

SIC - WMB FO 2013 - ©Eija Mäkivuoti
Dyrnar lata upp
Ragnar setti gongd á seinna umfarið av WMB, við at fortelja um sjálva tiltakið og um kvøldið, sum var farið. Alsamt fleiri fólk byrjaðu at fylkjast í salinum, tá vælkendu SIC trinu á pall og, sum vant, tóku áskoðaranar við stormi.  Teir spældu løg av Fighters They Bleed fløguni, eins energiskir og altíð. Tað var fantastiskt at síggja teir aftur á palli, tó eitt sindur løgið, nú teir hava nýggja manning.
Konqueror yvirraskaðu stórliga, tá teir settu ígongd. Satt at siga, væntaði eg ikki tað stóra frá eysturoyar monnunum, men teir hava veruliga tikið seg fram síðan seinast, eg hoyrdi teir. Eitt satt upplivilsi!
Fløguaktuellu Earth Divide fyltu salin við sínum progressivu metalcore tónum, sum fingu fjøldina upp at goysa. Bólkurin skæraði satt at siga framúr.
Thrash metal bólkurin úr Suðuroy, Asyllex, rokkaðu for vilt, og høvdu áskoðararnar við sær allan vegin ígjøgnum. Salurin var, snøgt sagt, á gosi! Sum balsam fyri sálina, einki minni enn tað.

Vinnarin kunngjørdur
Spenningur var í luftini, tá fjøldin bíðaði eftir, at dómarinir skuldu avdúkað, hvør bólkur hevði vunnið. Ivasamt var, og øll høvdu sín favoritt.
Teitur Fossaberg, fyrireikari av WMB í Føroyum, segði nøkur orð - millum annað tað, at tiltakið varð ognað Rasmus Rasmusen, sála. Síðani søgdu dómarinir sína hugsan um bólkarnar og tiltakið sum heild, og Terji Skibenæs endaði við at kunngera vinnandi bólkin: SIC. Salurin fyltist við eini gleði um sigurin. Øll sóu vælnøgd og glað út. Heljareyga rundaði kvøldið av við progressivu tónum sínum, har áskoðarafjøldin gav sítt allar síðsta kick, áðrenn farið var oman í Sirkus til afterparty.

Hvussu var at spæla við nýggju manningini? Og at vinna?
Mikkjal; Snedigt uttan Frans... Hann er mín wingman á pallinum, haha. Ordiliga, "hvat nú?!"
Eddie: Tað er stórur saknur í Frans og Gudmar, men tað var feitt allíkavæl. Ísak og Henning duga síni ting.
Mikkjal: Tað er fantastiskt! Eg havi ongantíð vunnið nakað fyrr, so tað er eitt sindur løgið - men feitt! Nú verður tað so Wacken í summar, og vit mugu fara undir at gera nýtt tilfarð!
Dennis: Syret pis!

Dómarinir um SIC
Dómarinir vóru allir samdir í avgerðini um hvør skuldi fara við sigrinum. Grundalagið fyri avgerðini var gjøgnumførda framførðslan og teirra professionalitetur.
Kasper: Tað visuella og tónleikurin spældi væl saman, og framførðslan var ein góð heildaruppliving. Eg havi bookað SIC fyrr, í 2004 haldi eg tað var, og kenni tískil teirra gjøgnumførligheit - hetta hevði sjálvandi onga ávirkan á avgerðina. Tað er løgið, at teir ikki eru komnir longur, enn teir eru. Hetta er eitt spark í reyvina; nú skulu tit gera tað, SIC! Eg síggi fram til at síggja teir aftur!
Þorstein: Kraftfull performance. Teir gjørdu homerun!
Teemu: Teir eru professionellir og hava rætt og slætt allan pakkan.
Terji: SIC hava nógva erfaring, góða performance og samanspæl. Og fantastiski Mikkjal, sum fær øll við sær bara hann lyftir armarnar!

Fjøldin um sigurin
- Eg havi fylgt teimum síðan Frans kom við. Teir hava altíð verið sum idol fyri meg, so hetta er fantastiskt.
- SIC eru útum tankan!
- Pissifeitt maður!
- Eg eri glaður teirra vegna.
- SIC vóru einasti røttu vinnarinir.
- Tað var teimum væl uppiborið!

Hentar leinkjur:
facebook.com/pages/Eija-M%C3%A4kivuoti-Photography/199253393459769

Fjøllini Dansa ynskja SIC hjartaliga til lukku við sigrinum og góða eydnu framyvir.


1 comment: