Kids - When you are young not much matters 
25. Mars 2013 - Anny


Páskarfrítíðin er byrja, túsund takk fyri tað. Eingin skúli í morgin, ergo kann eg sita leingji leingji uppi, og ikki hugsa "áh fokk nei, school tomorrow shiet". Tískil er einki so deiligt sum ein av góðu Harmony Korine filminum og tea. Maðurin dugir síni ting, eingin ivi har.  







Filmurin Kids frá 1995 skuldi sigast at vera eitt "wake up call" til allan heimin, og eg haldi eg torði at staðfesta at hann var. Nú vit øll eru meira upplýst innan tað kynsliga øki í 2013, er hann sera gevandi tó, og eg sat við einari undarligari kenslu aftan á, tá ið eg hugsi hvussu álvarsamt hetta verðuliga er. Filmurin snýr seg stutt og greitt um ein ómoralskan, HIV-positivan skateboard dude, við navn Telly, ið roynir at spreingja mest møguligar jomfrúir ið til ber, meðan ein lokal genta sum Telly hevur HIV smitta, roynir at redda hansara næsta offur. Stemmningurin er sera melankolskur og ráur gjøgnum allan filmin, tað er við til at gera hann uppaftur feitari, og fullgjørdan. 
Hetta er ein sera sexfikseraður filmur, ið næstan bert snýr seg um, sex, fisse, stoffer og noller mand. 

´

No comments:

Post a Comment