Kongens klæ'r í einum lítlum hjørni
26.  Mars 2013 - Anny


Á einari síðugøtu í Keypmannahavn, finnur tú ein av danmarks lekkrastu Second Hand handlum. Fyrstu fer eg trakkaði innum dyrnar, var tað sum at koma inn í paradís, har var alt at fáa, alt frá ullindar undirbuksir til flottar gull smykkir.  



Tað besta er, at alt ikki kostar ein bóndagarð, men tað kann lætt blíva til ein trupuleika, og vupti tú hevur keypt fyri 2000 kr, uppá nul komma niks. 





Eg gleði meg nógv at hoppa inn í paradís, og lugta deiligu endurnýtslu klæðini, eg hevði einaferð eitt flipp ikki at vaksa klæðini í eg hevði keypt í bláakross, tí eg elskaði handan fitta ommu lugtin. Men fann skjótt út av, at onnur fólk ikki hildu tað var sakin, so inn í vaskimaskinuna fóru tey.   

No comments:

Post a Comment