Hurra fyri list, hurra fyri veldig hugflog og hurra fyri teg og meg 
04. Februar 2013 - Anny

Nakað tað besta eg veit er list, og eg skilji als ikki, tá ið fólk ganga runt og møsnast um at list er keðuligt og óvikomandi. Tað er hon ikki, um bert hugurin og hugflog hjá tær er til staðar. Hetta verður nokk ein turrislig blogga, um tær ikki dámar tí visuellu gleðina. Eg havi samla nøkur av mínum yndis listafólkum saman í eina bloggu, nakað ið eg havi hugsa um leingi men aldrin orduliga sett mær tíð av til. 


Doodles dyrkar ótilvitskuna, dreymar og universalt myndamál, hansara verk kemur undir street art, og hann  er ótraditionellur  av at vera.  Hansara gátuføra veldiga detaljera univers er sera tiltalandi, til ein og hvønn í letur hugflogið sveima. 


Tann franski listamaðurin Remed er meistari í geometri á húsaveggir. Hansara víðfevnda portfolia er fylt við mynstrum, umskaring og formum í smelta saman á snøggasta máta. Tað er veldugt at síggja ein nágreiðuligan street artist.




Daehyun Kim (f.1980) er úr Korea. Hann hevur studerað list á einum universiteti í Seoul, har hann hevur gjørt seg serkønan í  siðbundnum eyst-asiatiskari myndalist. Síðan 2009 hevur hann gjørt eitt hav av einfaldum, men ótrúliga poetiskum illustrationum. Myndin her er bert ein út av mongum, ið tú heilt vist mást tjekka út HER.


Myndinar hjá Ricky Allman's (f.1978) tekur okkum við tey støð, flest okkum als ikki hava droymt um enn. Hansara apokalyptisku myndir eru kaldar, surrealistiskar og kennast oyðnar. Hann samfestur elementir frá natúruni við menniskja og maskinu skaptir strukturir, ið spælir við okkara javnvág og hugflog.


Týski listamaðurin Olaf Hajek (f.1965) nýtir religiøsar, mytologiskar og folklore-inspirerandi elementir og tekin í sín framúrskarandi list. 


Richard Coleman (f. 1976) livur og arbeiður í San Francisco, og han er avgjørt ein listamaður ið far teg at steðga á, tá ið tú fyrst ert dottin um list hansara. Hansara univers er litríkt, proppað við detaljum og skrivum figurum, og tað er sum um, ein aldrin heilt gerst liðugur at granska listina. 

No comments:

Post a Comment