A Clockwork Orange
11. Februar 2013 - Una

A Clockwork Orange gongur fyri seg í einum futuristiskum býi, stjórnað av einum kúgandi, einaræðis super-stati. Í hesum samfelagnum eru vanligu borgarinir falnir í eina passiva sløvheit av sjálvnøgd, blind fyri eini vaksandi harðligari ungdómsmentan.
Vit fylgja 15 ára gamla Alex DeLarge, sum leiðir einum lítlum brotsmannaliði - Dim, Pete og Georgie - ígjøgnum gøturnar, har teir stjala, banka menn og voldtaka kvinnur. Alex og vinmenn hansara brúka restina av frítíð síni í mjólkabarrini Korova (har mjólk við rúsevnum í verður serverað), og í barrini Duke of New York.


Alex byrjar frásøgnini í Korova, har dreingirnir sita og drekka. Tá Alex og vinmenninir fara frá barrini, fara teir á eina "crime spree", sum inniheldur stuldur, bólka bardaga, bil rán, innbrot og neyðtøku. Seinasta av hesum brotsgerðum er serliga brutal. Dreinginir koyra út á bygd í stolnum bili, bróta inn í eina smáttu og banka mannin, ið er inni í smáttuni, áðrenn teir neyðtaka konu hansara, ímeðan hann sær. Síðani fara teir aftur til Korova, har teir berjast við hvør øðrum. Alex, ið elskar klassiskan tónleik, gerst illur við Dim, tá Dim ger gjøldur við operaðini, sum honum dámar. Alex gevur Dim ein framaná, sum fær hinar at venda sær ímóti sínum arroganta leiðara. Næstu ferð teir fara út, bróta teir inn í húsið hjá einari gamlari damu. Hon ringir til politið, og áðrenn Alex klárar at renna burtur, slær Dim hann í eyga við einari mjóljafløsku av glasi og rennur sjálvur burtur við hinum dreingjunum. Politið handtekur Alex og taka hann á støðina, har hann frættir, at gamla konan, sum hann hevði bankað og neyðtikið, er deyð.


Alex verður dømdur 14 ár í fongsli. Í byrjanini er tað hart fyri hann at vera í fongsli. Vaktinir eru miskunnarleysir og kúgandi, og nógvir av hinum fangunum vilja neyðtaka hann. Fá ár seinni gerst fongsulslívið hóast alt lættari. Hann gerst vinmaður við fongsils prestin, sum leggur merkis til áhuga Alex í Bíbliuni. Presturin letur Alex lesa í kapellinum, ímeðan hann hoyrir klassiskan tónleik. Alex gerst púra býttur í Gamla Testamenti, hugtikin av fylskapinum, bardøgunum og sexinum, har er at lesa um.


Ein dag, eftir at berja og drepa ein av fagunum, verður Alex valdur sum tann fyrsti kandidaturin til eina royndarviðgerð, kallað Ludovico's Teknikkur - ein formur av heilavasking. Eftir at verða sprænaður við  einum evni, ið ger hann ræðuliga sjúkan, noyða læknanir hann at hyggja at serstakliga harðligum filmum. Sostatt kemur Alex at samanbera harðskap við kvalmu og høvuðpínu, sum hann upplivir frá sproytunum. Viðgerðin tekur tvær vikur, og tá ger bara tankin um harðskap Alex illa fyri. Óætlað ber viðgerðin við sær, at Alex nú ikki longur kann njóta klassiskan tónleik, sum hann altíð hevur sameint við harðskap. Hetta hjáárin leggur staturin einki í, sum heldur væleydnaðu viðgerð Alex vera sigur fyri lóg og rættin og ætla at brúka viðgerðina í stóran mun framyvir.


Eftir tvey ár í fongsli sleppur Alex út, sum ein meinaleysur maður, ið ikki er førur fyri óndum gerðum. Hóast uppdagar Alex skjótt, at hann ikki bert er meinaleysur, men hann er eisini verjuleysur, tá hansara fyrrverandi offur hevna seg inn á hann. Gomli vinur hansara, Dim, og ein gamal fíggini, Billybob, eru báðir politistar nú og nýta høvi at gera upp við Alex. Teir koyra hann á ein bøð á landinum, banka hann og lata hann liggja eftir í regninum. Alex leitar sær til eina smáttu eftir hjálp. Maðurin, ið býr har, lovar honum innar og gevur honum mat og innivist í eina nátt. Alex kennir mannin aftur frá tveimum árum fyri, sum mannin hvørs konu hann neyðtók. Men maðurin kennir ikki Alex aftur, sum bar masku tað kvøldið. Alex finnur seinni útav, at kona mannin doyði av sjokk sutt eftir neyðtøkuna.


Hesin maðurin, F. Alexander, er politiskur andstøðingur. Tá hann hoyrir um søgu Alex, heldur hann, at hann kann brúka Alex at øsa tað almenna ímóti statinum. Hann og tríggir av kollegum hansara bryggja saman eina ætlan fyri Alex at gera fleiri almennar framførslur. Alex, hinvegin, er troyttur av at verða brúktur til frama fyri onnur. Hann finnist harðliga at monnunum á nadstat, sum vekir mistanka hjá F. Alexander, sum enn minnist løgna málburð tannáringanna, ið neyðtóku konu hansara. Við mistanka F. Alexanders sum grundalag broyta menninir ætlan. Teir læra Alex inni í einum kamarið og koyra klassiskan tónleik for frá, við tí fyri eyga at Alex fer at gera sjálvmorð, og teir kunnu skylda uppá leiðsuna.


Alex blakar seg sjálvan út gjøgnum vindeyga, men fallið drepur hann ikki. Meðan hann liggur á sjúkrahúsinum í óviti, gerst politiskt stríð, men núverandi fyriseting yvirlivir. Stats læknanir avtaka Ludovico's Teknikk og endurskapa tann upprunaliga Alex í býti við váttan hansara. Vorðin vanligur aftur, samlar Alex eitt nýtt brotsmannalið og tekur upp aftur sama voldliga atburðin hann hevði, áðrenn hann fór í fongsul. Men hann gerst skjótt troyttur av einum lívið í voldligheit. Eftir hann hittir gamla vin sín, Pete, sum nú er giftur maður og livir eitt vanligt lív, avgerð Alex at hann ynskir eitt slíkt lív sjálvur. Seinastu tankar hansara eru um framtíðar son hansara.

Fjøllini Dansa geva A Clockwork Orange seks av seks møguligum Fjøllum

No comments:

Post a Comment