Sig summardáanum eina góða
13. Desembur 2012 - Anny


MYND: PRIVAT//
Nóg mikið av plássi
er her á grasinum 
kom og legg teg her 
og sig summardáunum eina góða
um alt vit sakna 
tá vit ikki eru heima

Tóroddur Poulsen

Eg haldi hendan yrkingin er so góð, og far meg at hugsa um meg sjálvan. Eg leiti og leiti, út yvir villar víddir, fyri at síggja verðina. Grasið er grønari hinumegin ánna. Men tá ið eg so eri víða um, og livi tað góða lívið, so sakni eg Føroyar mítt heimland. 


No comments:

Post a Comment