Tað brennandi húsið - Sjúrður Tróndheim
13. Desembur 2012 - Emilja

Sjúrður hevur tikið myndina

Eg eiti Sjúrður, eg eri 15 ár og búgvi á Glyvrum.  Eg gangi í Skúlanum við Løkin.  Eg havi eisini búð í Frankaríki í fimm ár. Vit fluttu heim til Føroyar aftur í 2008, og síðani tá havi eg spælt guittar,  tikið myndir og so dámar mær væl at hugna mær saman við vinum. 


Tingini eg hevði tikið við mær, um hús okkara hevði brent,  eru tey sum mær dámar best, eri gleðast fyri og sum eg havi arvað eftir onkrum forfedra.

Ein reyður Ekomaster guittari frá 60unum, sum eg havi arva eftir abba mínum.Tann bláa guittarin, havi eg sjálvur bygt, eg elski at spæla uppá hann.Hesar LP pláturnar, havi eg keypt í onkrum endurnýslu handli, har eru bara tríggjar, men eg havi nógvar aðrar. Hatta eru mínar yndis.  Kameraði vil eg hava við mær, tí at tað minnir meg á námsferðna við flokkinum, tí at eg keypti tað tá.  Eg elski at spæla munharmoniku, og hatta er tann fyrsta sum eg fekk, og hon er við mær allastani. Mær dámar so væl føroyskar troyggjur. Hesa myrkamorreyðu troyggjuna, hevur langabbi mín átt.  Bíblian. Eg fekk hesa bíbliuna tá ið eg breiv fermdur, og hana fari eg at goyma til mín síðsta dag.

No comments:

Post a Comment