Ummæli: Audition

13. Desembur 2012 - Sissal

Mynd: Heinesen Myndir

Nýggjur sangleikur, nýggjur føroyskur sangleikur! Tað ljóðar super kul og áhugavert. Hugsaði eg spent, tá eg á fyrsta sinni hoyrdi um tann nýggja sangleikin Audition, ið hevur verið framførdur í Norðurlandahúsinum 16/11 til 4/12.
Eg kann erligt siga, at eg hevði rættiliga høgar vónir um sangleikin. Men so byrjaðu sýningarnar, og eg hoyrdi næstan bara ringt um hendan leik, ið átti at verið so fantastiskur. So eg fór niðan í Norðurlandahúsið við ymsum vónum, enn meira spent enn áðrenn fyri at vita, um tey ringu ummælini vóru sonn. Eg bleiv so glað tá leikarar, songrøddir og dansur frá fyrstu senu riggaðu væl. Ikki eina einastu ferð legði eg til merkis til, at okkurt miseydnaðist í leiklisti, dansi ella tónleiki. Tá steðgurin kom, og eg hevði sæð helvtina av leikinum, var eg jaliga bilsin. Tað kundi ikki passa, at so nógv vóru komin skuffaði heim frá leikinum! Gott nokk hevði eg ongantíð hildið ondina í spenningi ella flent í kíki, men leikurin var bert komin í helvt og inntil víðari hevði hann verið góður.
Eg eri kedd av at siga, at aftaná steðgin gekk niður at bakka. Søgan bleiv rokut og tyktist heldur óliðug. Ov nógvir persónar uttan stóran týdning vórðu drignir upp í søgugongdina, við tí úrsliti at tað var ringt at halda fast í reyða tráðnum. Tá teir síðstu fimtan minuttirnir ella so vóru eftir, keddi eg meg og gloymdi at fylgja við. Nú skilti eg betur hví fólk lótu so illa at. Tað harmar meg, at fyrsti føroyski sangleikurin síðani Skeyk endaði so. Vit føroyingar mangla verk við føroyskum uppruna, og hesin sangleikurin hevði kunnað verið akkurát tað, vit mangla. Eg angri ikki at eg fór at hyggja, als ikki! Tó trúgvi eg ikki, at hesin leikurin verður umsettur til onnur mál ella framførdur aftur og aftur, sum ein partur av føroyskari leiklist. Hevði hann verið kókaður niður í ein til tveir tímar og verið meira ”liðugur”, hevði eg fari heim tað kvøldið við eini góðari kenslu í búkinum. Ein heilt ókay føroyskt frumrit, tað var hann, men ein góðan ella fantastiskan sangleik fái eg ikki meg sjálva at siga, hann var.
Ikki meira neiligt! Tí tá tað er sagt, taki eg hattin av fyri góðari leiklist, fantastiskum sogrøddum, flottari koregrafi, bertakandi búnum og fyri ikki at gloyma ein flottan pall. Vónandi verður sangleikurin sjálvur betur næstu ferð.



 Síggj fleiri myndir frá leikinum her

No comments:

Post a Comment