Retro Bobby
02. mai 2013 - Anný

Her havi eg eitt eksemplar av heimsins kulasta manni, einum serlingi, einum libelingi. Eg tosi um Retro Bobby, hann er fulltíðar frisør í sínum egna handli, har hann selur alt tað eitt 80-90’ara hjarta brellast eftir- Actionfigurar , Gameboys, Nintendo/Sega spøl + He-man, Turtles, BipBip og Swatch ur. Handilin/Retro Konsol og frisørsalongin liggur í Jægersborgade í Keypmannahavn. 

Eisini hevur hann feitasta klædnastíl, eg havi sæð. Í tónleika blaðnum Soundvenue sigur hann soleiðis : 
Hvar keypir tú tíni klæðir ? 
"Endurnýtsluhandlarnir á Amager og Nørreport. Eg eri faktisk bara í endurnýtsluklæðum."

Hvar fart tú íblástur ? 

"Tað nýggjasta var ein facebook-fansíða av Prins Henrik, har hann hevði eitt avbera feitt plagg á. Mammusa fyrrverðandi maður hevur eisini ein kulan stíl, tí hann er provins- og útkantsdanmark, hann er í "vanligum" klæðum, men tá ið eg lati meg í tey, skilji eg meg brádliga út úr mongdini. Tað er stuttligt, tá ið ein kann lata seg í eitt ella annað vanligt, men so alíkavæl far megna at skilja seg burtur úr." 

Hvat er góður stílur ? 

"Mær dámar væl, tá ið fólk eru so undirtónaði, at tey fáa kant. Tað er jú nemt nokk bara at lata seg í eina litfagra troyggju, og síggja stuttligur út."

Hevur tað stóran tídning hjá tær, at skilja teg út við tínum stíli ? 

"Ja, tað er stuttligt og gevandi, at fólk síggja ørðvísi út. Mær dámar væl, at ganga í klæðum onnur ikki ganga í." 

Kelda: Soundvenue Marts 2013




Ein stuttfilmur um Bobby og hansara frisør-handil
Eg gleði meg til at bestilla tíð til frisør á Jægersborgade fyrst eg komi til Danmark, og klippa mær eina grýtuklippning, jú takk !

1 comment:

  1. um bara ein slíkur handil var í Føroyum ...

    ReplyDelete