Handan Fjøllini Dansa - Markus
09.  Apríl 2013 - Markus


Eg varð føddur 9. oktober 1995 og doyptur Petur Markus Hammer, tó fekk eg mær eisini millumnavnið Josenius í 2009, sum er gentu- ella ættarnavnið hjá mammu míni. Eg eri bert ein vanligur føroyskur tannáringur, sum er spurin um lívið; nær byrji eg veruliga at liva? Eri eg longu byrjaður? Og hvat fari eg at halda, tá endin er mær nær? Hóast eg ofta hugsi slíkar hugsanir, royni eg mítt besta at liva í løtuni. Carpe diem, sum summi siga.

Í løtuni búgvi eg í Hoyvík og eri studentaskúlanæmingur í Hoydølum. Eg havi fleiri áhugamál, sum málfrøði, málvísindi, myndatøka, synging, samfelagsfrøði, politikkur, leiklist, matgerð o.a. Framtíðin er óvís, tó ætli eg mær at ferðast kring heim okkara, síggja og uppliva tær fjølbroyttu mentanirnar, sum vit eru so rík við. Eg vil ferðast til allar sjey heimspartarnar (higartil havi eg verið í Evropa (surprise surprise) og ein lítlan part av Ásia). Tann størsti dreymurin er at vitja Grønland, har eg eri ættaður.
Tað gekk øgiliga skjótt fyri seg, tá ið eg gjørdist limur av Fjøllini Dansa. Upprunaliga var ætlanin, at mítt ‘limaskap’ var ein partur av einum ‘apríl apríl bragdi’, men so varð eg spurdur, um eg veruliga vildi gerast limur, og sjálvandi játtaði eg. Fjøllini Dansa er jú, eftir mínari meining, ein sera tíðarbær og spennandi ungdómsblogga, og eg vil fegin hjálpa til, við at fáa ungdómsins orð út í heimin.

Tilvildarlig facts: Mær dámar væl at tyggja tyggigummi, tað kann bæði vera avslappandi og fáa meg at hugsa. Eg eri MEGA bundin av sjokulátu, tað havi eg altíð verið, eg elski sjokulátu! Eg sigi ‘mega’ rættiliga nógv. Eg elski summar og tiltøkini, ið verða hildin um summartíðina, sum G! og Ólavsøka, og at fara á fjall tá. Mær dámar væl pilates. Eg vænti, at eg ikki fari at duga væl at koyra bil, men tað fái eg so at síggja, tá tann tíðin kemur í heyst. Believe in yourself, Markus! Í skúlanum dámar mær best málsligar lærugreinar og landalæru. Eg havi trypofobi (og fekk sjúkt gásarhold, tá eg googlaði hetta fobiið.)

Eg spurdi eina vinkonu, um hon tímdi at lýsa meg, og hetta er tað, hon kom við: “Tín humor er eitt tað fyrsta ein leggur til merkis, tú ert stuttligari enn nakar á jørðini, um mann skilur tín humor. ‘Yolo’ er kinda títt motto. Tú hevur góðan klædnastíl, ja, góðan smag, tá tað kemur til klæðir. Tú ert ikki ofta seriøsur, men tá tú ert seriøsur og tú, til dømis, skalt skriva eina uppgávu, so er hon heilt forbankað væl orðað. Tú ert nokk so chill og virkar nokk so ''fríður'', altso, tá vit hava nógvar lektiur, so sigur tú bara ‘nobody's perfect...’ hjálpsamur! Hvat meira skal eg siga... lýsing við einum orði – cool! Tú ert sjálvandi eisini lekkur og fittur og ein sannur vinur!” Eg sigi bara: “Aww, mushy!”

Mítt navn er Petur Markus Josenius Hammer, og eg fari at enda við at skriva mítt yndissitat, sum er einkult, men umráðandi.

"If you are going through hell, keep going." - Winston Churchill



3 comments:

  1. YAY Markus gubbin <3

    ReplyDelete
  2. Fittasti! Tú ert ein perla!:)

    ReplyDelete
  3. Markus gubbi <3 wuhuhuhuhu!!!!

    ReplyDelete