Kendis crush? Lame...
7. Februar 2013 - Anny




Kendis crush, árh nei iul, tað ljóðar so fjákut og kiksa. So teenage tápuligt. Eg pissi so heilt ótrúliga nógv á míni persónligu princippir, tá ið eg frítt sigi og tilstandi : Jep, flenni bara, men eg eri seriøst rakt av amor's kendis pílinum. Deep shit man... Men hygg eftir honum, so skilja tit vónandi hví, eg eri blivin ein av hesum skríggjandi 12 ára gomlu svøku "beliebers" marrinum, bert meira ein Lachowski Fan girl, og ikki so skríggjandi og tollut. Tó skal sigast, at eg IKKI havi hongt lítlar fittar kynsøsandi myndir av honum runt alt kamari, tað er creepy.

Francisco Lachowski eitur hesin frálíki maðurin, hann er 21 og úr Brasil. Lachowski er model, og ikki fyri føtex og Jack and Jones. Nei vit tosa um merkir sum : Versace, Dolce & Gabanna, dsquared2, Gucci, Roberto Cavalli, Thierry Mugler, Armani og so opnaði hann hjá Ermanno Scervinno. Hann er ikki fyri nothing.

No comments:

Post a Comment