Hvat er upp og hvat er niður ? 
19. Februar 2013 - Anny



Vit høvdu Kristini í dag, og evni var “ljós” og nýggjatestamenti. Eg fór at hugsa nógv um hetta, hvat er ljós ? Ljós er so nógv, vit verða fødd inn í ljósið, vit kunnu ikki nerta, men síggja. Tó kann ljós lívsins rætta seg fram og prika til okkum. Hvat er tað verðuliga? Summi siga Jesus Krist er ljósið í hvørt eitt menniskja sum trúr á hann. Landi brúkar í øllum førum hundas nógvar pengar á stórar, flottar kirkjur. Hvar er næstikærleikin í øllum hesum rokinum ?
Jesus sigur í matteus kap 20 vers 21 "Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátaku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær". 
Manipulatión.
Hvat hendir so við teimun, sum ikki trúgva á hann?   
Fyri meg kann ljós lívsins ikki tulkast sum so nógv annað. Tað er ymist frá persón til persón. Men eitt hava vit øll til felag, vit eru fødd frælsið. Øll hava tó ikki frælsið. Vit dansa ein línu-dans, tendrast við einum lítlum kyntilli, kyntillin veksur og veksur, og sum tíðin líður sløknar hann, og ljósi fer út, summi fyrr enn onnur.  Tey detta av línuni áðrenn tey eru komin til endan, detta niður til eitt kensluleyst myrkt hol, deyðin letur skápið aftur, so náttin kann fáa luftina fyri seg sjálva. Men hvat er so aftan á ljósið, tá alt er sløkna, og tá ið myrki letur dyrnar upp?  Eg veit ikki um eg trúgvi uppá nakað aftan á deyðan, meira enn at vit lata eyguni aftur og so er alt burtur.  Eg haldi, fólk hugsa ov nógv um at verða so sámulig, ganga 100% eftir reglinum og gera eftir lóv Guds, tey gerast bangin fyri deyðan, tí tú kanst enda niður í helviti, har tú skalt brennast í allar ævir. Liva sum Satans yngul. Nógv gloyma at tey bert liva einaferð, so liv tað gott, hugs ikki um helviti, Satan og spøgilsir.
Fyri meg er ljós lívsins kærleikið, ið er tað tídningar mesta og besta, vit hava fingið her á jørð. Uttan kærleika eru vit onki. Kærleiki er tann vónin, ið fær okkum at trúgva á tað góða. Við kærleika gerast vit eisini glað og eydnusom. Kærleiki er lívsins ljós, lívsins rót, glans og krúna. Eg haldi eg steggi her áðrenn tað verður alt ov kliché og tápuligt, men tað er sætt. 
Lat verða at balla teg inn í ein annan heim í himmalinum, tú livur á jørðuni, føðist, sprunast, andast.
Eg eri humanist, ein genta uttan ein heilagan Gud, uttan Jesus Krist. Eg eri rótleysð. Men eg livi gott, og havi ikki hoyrt nakað frá Satan enn.   
Eg kom fram á hetta í dag, og eg haldi hetta lesarabrævi er nakað so gott skriva (leinkja til orduligu greinina )

1. Tú mást ikki drekka. 
2. Tú mást ikki vera samkynd/ur.
Skalt tú verða ein rætt trúgvandi persónur eftir føroyskum standardi, so eru bara at fylgja 1. og 2. boði, tí so ornar restin seg sjálvt.
At allur heimurin veit av, at vit hava katólskar prestar, sum eru pedofilar. Tað er ikki so farligt, tí í Føroyum hava vit bara tvey boð.

Tá bókin “Sig at du lyver”, fortaldi okkum, at tað ikki bara eru katólskir prestar, sum gera seg inn á børn, men eisini føroyingar innan føroyskar samkomur, tá var tað heldur ikki so farligt. Tí í Føroyum hava vit bara 2 boð.
Tá Jesus í Matteus í 19, 21 sigur: “Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli”, so er tað heldur ikki so farligt, tí í Føroyum hava vit bara 2 boð.
Tískil er uppskriftin til ein einvegis ferðaseðil til himmals øgiliga einføld:
1. Syrg fyri at niðurgera samkynd og lat tey allatíð merkja hitan frá tí grábeinta.
2. Sært tú ein møguleika, so vælsignaði peika og døm tey, sum nerta dropan.
Fylgir tú føroysku himna uppskriftini omanfyri, so hevur tú vunnið ein einvegis ferðaseðil til himmals.

Favorit synd ger okkum blind
Í Føroyum hevur mann funnið sær tvær favorit syndir – samkynd og alkohol - sum yvirskugga alt annað, ið kristindómurin umboðar.

Hví hoyra vit ongan av teimum harðmæltu “kristnu” traðka fram og siga:
- Eg havi fingið nokk av, at háløntir mið- og fólkafloks politikarar koyra við dýrum bilum, hava dýr hús og ganga í dýrum klædningum, tí Jesus segði sjálvur, at vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli.

Hvussu ofta hava tey kristnu brúkt hatta brotið úr bíbliuni? Ongantíð, tí her er talan um sjálvkritikk, og problemið við sjálvkritikki er, at tað rakar ein sjálvan. Og tá fylgjurnar av av kritikkinum eru, at mann verður noyddur at lækka sín egna livistandard. Tá er tað nógv lættari at finna feilir hjá øðrum, og at ignorera boðini frá Jesus, og fyri alt í verðini halda fast við tann føroyska lærusetningin: Í Føroyum hava vit bara tvey boð.



6 comments:

  1. Øll kristin eru ikki líka og hugsa ikki líka

    ReplyDelete
    Replies
    1. so satt sum tad er sagt.
      Og hasar lógirnar eru bullshit. Um vit øll høvdu fingist at drankarum ella spotta samkynd, høvdu vit tad sama sagt vid tey "tit hava ikki loyvi at liva" ella "tit skulu vera so og soso" tad kann man ikki!

      men fínur bloggur alíkavæl.

      Delete
  2. Fín blogga!!

    ReplyDelete
  3. vit eru tvær, sum hava lisið hetta og sum so at siga halda tað stikk mótsetta
    vit eru ikki ímøti tær, bara tað, at okkara meining um kristindómin og lívið, er ikki tann sama sum tín.
    vit trúgva uppá at Guð sendi sín elskaða son til heimin, fyri at frelsa okkum frá allari synd. Og vit vita at hetta ljóðar “kiksa” í tykkara høvdi.
    tað kristna lívi er slett ikki so pliktfult sum øll tey "ikki kristnu" halda tað vera.
    summi halda at vit, sum kristin, eru noydd til at halda allar lógir, ið bíblian sigur. men soleiðis er tað ikki í veruleikanum. tað eru tonsavís av lógum í bíbliuni sum byrja við "tú mást ikki" men ongin, ikki eitt menniskja hevur nakran kjans at halda allar hesar lógir, tí vit eru fødd syndarar. einans Jesus Kristus kláraði tað. Jesus pápi okkara gav sítt lív, bleiv píndur til deyðans, fyri at "tú" og eg kundu biðja um fyrigeving, um vit angra tað við hjartanum.
    Allar syndir eru líka stórar. Ein ringur tanki er ein líka ring og forferdulig synd, sum at sláa ein í hel!
    og í millum hesar syndir er eisini ein synd sum hevur verið NÒGV diskutera um her í Føroyum og tað er at vera saman við tí sama kyni tú sjálv/ur ert. Tað stendur skriva í bíbliuni 3. Mósebók kap. 18 “harrin talaði framvegis við Móses og segði: (vers 22) tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu - tað er andstygd”

    men sum sagt, um vit orduliga angra hesi misbrot vit gera og biðja um fyrigeving, so verður syndin eisini fyrigivin! Tí Gud kann fyrigeva øllum líka mikið hvussu stóra vit halda synduna vera.

    ReplyDelete
  4. tú sigur at kærleikin er tað tídningar mesta og besta, vit hava fingið her á jørð. Gud er kærleikin!

    ReplyDelete
  5. Sum viðkomandi uppi yvir sigur, so er Gud kærleikin.
    Tað stendur í 1. Jóhannesar bræv 4: 16 : ' Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara. Gud er kærleiki, og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. ' Og í 1. Jóhannesar bræv 4: 8 : ' Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki. '

    ReplyDelete