Ein blogga um onki
20. Januar 2013 - Anny




Alright, hetta er ein blogga um onki. Eg koyri tann tiltikna bloggara stílin :  at sita og chilla í trussum, gamla sminku um alt høvdi og drekka grønt tea, tað sigst jú at reinsa húðina so væl, tað koyrir bara. Eg umhugsi at gera eitt sjúkt sentimentalt og spontant stunt, sum at klippa hári stutt, beint her og nú, heilt sjálv við papírsaksinum. Ella hoppa út gjønum køksvindeygaði og vita hvat hendir. Men tað verður av ongum, tí eg eri ein høsnarungi, og klokkan er nógv so hetta bítta hugskoti kemst nokk mest av at eg eri í ørðviti. 
Ná, men vit hyggja líka burtur frá mínum órealistiska spontanta stunti, og til okkurt meira seriøst. Eg skal í starvsvenjing í komandi viku. Mánadagin troppi eg nemliga upp hjá Guðrun og Guðrun, tað verður spennandi. Meiningin er tann at eg taki eina mynd um tíman, so tá ið vikan er av geri eg eina mynda"collage" so tit fáa eitt innlit yvir hvat eg geri 24-7 í mínum "yvir" spennandi lívið.  Eg skal vera í starvsvenjing í 2 vikur, tvær vikur við alt ov nógv kafé visitum og penga forbrúk. Syndarligt, men sodan er lívið, um ein vil liva tað søtt.  

No comments:

Post a Comment