Handan Fjøllini Dansa - Una
8. Januar 2013 - Una

Eg eri Una Nielsdóttir Galán. Professionellur letingi, fulltíðar studentur og lista-enthusiast.

Tá eg sá, at Anny og Emilja (skaparinnurnar av Fjøllini Dansa) høvdu skriva á facebook-síðuna hjá FD, at tær sóknaðust eftir fleiri áhugaðum ungum at vera við, ivaðist eg ikki eina løtu, at hetta var nakað fyri meg. Eg sendi teimum við eitt eini boð, og tær góvu mær grønt ljós. Eg havi verið partur av Fjøllini Dansa síðan novembur 2012, og tað hevur verið mær ein sonn fragd at vera partur av FD frá fyrsta degi. 

Skúlalívið fyllur sera nógv av gerandisdegi mínum, men hóast tað royni eg eisini at fáa tíð til onnur ting, so sum at skriva, at spæla bass, myndlist, vinfólk og arbeiðið á Sirkus. Framtíðin liggur óklár fyri framman, men eg droymi um ein dag at flyta til Spania at læra málið, mentanina og sponsku familjuna at kenna.

Mínar stóru fyri myndir eru Tom Araya (Slayer) og Flea (Red Hot Chili Peppers). Báðir framúrskarðandi bassspælarar, ið eggja mær at halda á at spæla sjálv og menna meg innan tónlistina. Myndlistahetjur mínar eru nógvar. Eitt nú kann eg nevna Marcin Twardowski, Krist Mort, Magdalenu Pietrusińska - nei álvara, eg kundi hildið áfram í allar ævir!

Eg eigi ein frens, sum eitur Kons. Eg havi Colitis Ulcerosa. Eg eri kvartur spanióli. Eg elski at vera uppi um náttina. Eg elski yvirraskilsir og "last minute planning". Eg eri sera forvitin, men tori oftast ikki at spyrja ov nógv. Mær dámar best at geva og fáa heimagjørdar gávur, tað er nógv meira persónligt fyri meg. Mær dámar (alt ov væl) kaku. Tað besta við at koma heim úr útlandinum er at drekka reina, føroyska vatnið beint úr krananum.

Eg eri Una Nielsdóttir Galán. Ein typiskur tannárinur. Ein kiksað kliché.


"Una er tað fittasta, deiligasta menniskja á jørð. Hon er serstakliga kreativ og eisini sera dugnalig.

Vit hava havt suuper nógvar brekaðar, stuttligar, merkuligar, meiningsleysar løtur saman, tær hava tó allar verið mega góðar og læruríkar.

Vit eru so ymsarJa, vit eru sum hvítt og svart.
Men tað er tað, sum eg elski vit okkumeg kann vera tann, sum eg eri, tá eg eri saman við henni; hon dømir meg ikki. Hon dømir ongan. Hon elskar meg fyri tann, eg eri.

Til tey sum lesa hetta og ikki kenna Unu: Hon er fantastisk. Hon er so stuttlig og smílandi. Hon er altíð har, tá ein hevur brúk fyri henni. Og mann kann gera alt saman við henni. Einki er ov merkiligt."
- Jóna Olsen, mín besta vinkona

2 comments: