Teenage media whore
27. Desembur 2012 - Anny


Bumsar, for lítið av svøvn, for nógvar tankar um meiningsleys ting, at royna at finna seg sjálvan uttan vón, bumsar, órudduligt kamrar og bumsar....
Alt meldur sum ein perugreytur, runt, runt, runt.
Í einari tíð var alt eitt sindur trist og moði í mínum lívið. Ikki av nakrari ávísari grund, men á ein ella annan hátt var alt so myrkt. Tankin um at sita fast í einum keðiligum gerandisdegi við einum líkasælum skúlalívið, sum at grava uttan spaka. At vera gloymd av tí eldru genneratiónina, einkin tímur at lurta eftir ungdóminum, vit eru sum luft. Kann eg ella kann eg ikki seta spor? Eg veit onki um mína langommu/abba. Fara míni langommubørn at vita hvør eg var ? Er lívið so meiningsleyst, um einkin fer at minnast meg? Hvat kemur framtíðin at vísa, hvar veri eg um 10 ár ? Hvat vil eg við mínum lívið, eg havi alt ov nógvar og stórar ætlarnir, klári eg at gera tær til verkuleika ?

Men so sá eg ein stuttfilm ið vendi alt 180°. Stuttfilmurin var um eitt gamalt par har konan lá fyri deyðanum, maðurin vísur frá sínari síðu hendingina, um at alt IKKI handlar um uppnáandi mál og dreymar. Lívi handlar um at vera saman við menniskjum man elskar, at taka tær "útfordringarnar" og tjansirnir lívið bjóðar. At fylgja dreymar og mál um tað er tað ein vil, og ikki um ein er noyddur. At læra at elska. Kærleiki er so stórt, tað besta menniskja kann geva. Uttan kærleika eru vit fátøk, eitt null uttan samkenslu.
Tit burdu øll lagt 30 min av og hugt eftir hesari filmsperluni.
 
Den Tid Vi Har from Rasmus Gitz-Johansen on Vimeo.

No comments:

Post a Comment