Showing posts with label Yrkingar. Show all posts
Showing posts with label Yrkingar. Show all posts
28.NOV.13 - UNA


REDISTRIBUTION of all photos ONLY with mentioning the original source: ©Una Nielsdóttir Galán, Fjøllini Dansa 2013 - modellir: Anna Malan Jógvansdóttir, Mike & Rakul Sumberg Dahl

kom tak meg heim nú
leið meg inn í eitt tølandi dreymasavn
har eg kann við myrkursins hond knýta bond
hóast óttin gjøgjum æðrar í mínum kroppi byggir brúgv
og sál mín skræðist í sjey av knúsandi kensluvindum
so ynski eg at skuggar okkum saman tvinna
meðan sálirnar í kvirruni skríggja
ja, myrkur hjálp mær at gloyma alt tað, eg havi gjørt
tí myrkur, eg eri tín
16.NOV.13 - markus

ljósglæman


í tunnilsmunnanum mól mín andi
flákrandi hvarv hann í myrkrið
sum rímfrost á várslandi
hvarv mín andi í sorgarmyrkrið

eg bað fyri náði
óendaligt dvørgamál hoyrdist
og tá regngrái dagurin kom
dynjandi við bresti
skein ljósglæman gjøgnum svartasta skýggið

regngrái dagurin er gomul tilvera
bert lívsjáttandi aldur eru
nú tú fevnir meg, tokkin!

REDISTRIBUTION of all photos ONLY with mentioning the original source: ©Una Nielsdóttir Galán, Fjøllini Dansa

-
Myndir | Una Nielsdóttir Galán
Model | Katrin Holm Poulsen
Ferðahugur
10. juni 2013 -  Markus



hví verða sitandi í ov langa tíð
tá vit hava ein stóran og dularfullan umheim?
kom við mær, mín vágamikli vinur
á eitt ævintýrkent sveim

vetrarblómur á Kaffeklubben
og kea fuglar í Aoraki
eitt kuldabitið land
turkur og gripar í Nevada
ættbólkar í Katanga
síggj hendan heita sand

heimkoman verður altíð góð
og vit verða tvær frælsar sálir
ferðahugurin økist
kom við mær, vinurin

Petur Markus Josenius Hammer



Æviga myrkrið hevur svölgt meg
04. juni 2013 -  Una



veruleikin er samansettur
av lygnum
sum ikki finna vegin heim
míni gloymdu dulsmál
sníkja seg aftur fram
trýsta og troka
kenna ikki friðin
lurta og tú hoyrir
tögn
hvört ljóð pínir kvirruna
blöðandi sælan
stingur meg langt undir húðina
so at eg vil skríggja
steðga á og andað
finn aftur fótafesti
sum tú misti
burtur
gloymt




Veingir ið rýma
11.  mai 2013 -MLB






















(Mynd av google)

Meðan teir láta um himmal og hav, vekja fuglarnir meg við teirra fagurliga songi
Men tá sólin fer í kav, fara teir í onnur lond eftir sínum fongi

Hetta havi eg hildið leingi, men soleiðis er ikki

Eingin fuglur syngur um summar og gleði
Teir syngja um hatur og megi
Og í fjarskotnum londum verður heitari og betri
Eg ynski at flýggja við hvørjum metri, men tíanverri eigi eg ongar veingir

MLB





Tíðarkenslan er horvin
10.  Apríl 2013 - Anný

Mynd :  Emilja Sonne Djurhuus
Tómleikin skrálar
inn til beinagrindina
hvør ert tú
ella hvør eri eg
spurnigurin liggur fjarur
hjarta bankar,
harðari og harðari
eg verði trýst niður av tyngd
av ósjónligum verum
eg kenni friðin
eins og endaleysa rúmdin
Tíðarkenslans er horvin,
alt kennist undarligt
men tó so deiligt
eg eri har veruleikin ikki er
ongantíð havi eg sovi fastari blund
ongantíð havi eg sæð heimin sum nú





Deyðin gongur á hongslum
10.  Apríl 2013 - Anný


Deyðin gongur á hongslum
stendur og bíðar, 
eftir eina hvørja livandi sál
ið stræta um dyrnar

sálir í ganga 
lata hurðarnar upp 
ella aftur 
til deyðan og myrkri
til eina óendalig tómheit
um eg doyggji í dag
syrgja skal tú ikki 
eg eri ikki tilstaðar 
eg sovi frælsan blund

Anný Djurhuus

Meðan trøini roykja  
21. Mars 2013 - Una


eg eri gjørd av glasi
knúst í túsundtals pettir
gongur tú á mær
eg søkki longur og longur niður
fyri hvørt fótafet
tú gongur
meðan trøini roykja
brennur tú í mær

eg royni at frelsa heimin
men heimurin roynir at frelsa meg
hann hoyrir meg ikki
hoyrir tú?
ljóðini tagna í orðunum
av ljóðloysi
meðan trøini roykja
brennur hugurin í tær

skilur tú einki
av ongum
sum hongur rundan um teg
ella eri eg bara í ørviti
mali runt
og runt og runt
meðan trøini roykja
brennur ørskapurin í mær

tað passar ikki
eg lúgvi tað alt
men nei
veitst tú ikki
tað passar
sannleikin hevur tikið yvir
meðan trøini roykja
brennur óvissan í tær

- Una Nielsdóttir Galán