Showing posts with label Handan Fjøllini Dansa. Show all posts
Showing posts with label Handan Fjøllini Dansa. Show all posts
Handan Fjøllini Dansa - Mr. MLB
11.  Apríl 2013 - MLB

Sum tit allarhelst hava sæð, um tit dáma síðuna hjá Fjøllini Dansa á facebook, er ein duldur bloggari vorðin partur av Fjøllini Dansa. Hesin duldi bloggarin er eg. Fyri at vera duldur, er umráðandi at eingin veit hvør eg eri, men eg vil sum best royna at greiða frá, hvør eg eri uttan at avdúka ov nógv.

Tá eg kom fram á Fjøllini Dansa á facebook bleiv eg hugtikin. Eg vildi sum skjótast gerast ein partur av hesum blogginum, men eg hevði ein trupulleika sum eg enn berjist við. Sjálvsálitið hjá mær er ikki í top(hóast summi vildu sagt øðrvísi) Eg tori ikki, at seta navn mítt undir eitthvørt, ið eg ikki veit, onnur koma at dáma. Eisini má eg nevna, at eg haldi, at Føroyar er eitt land, við alt ov nógvum fordómum, og teir halda mær alvorliga aftur við at fortelja navn mítt.
Tá eg so einaferð kom fram á tankan, at eg kundi møguliga gerast loyniligur partur av Fjøllini Dansa, ivaðist eg ikki í eitt sekund, at hetta var rætta loysnin. Eg skundaði mær, at senda eini boð til facebook síðuna hjá blogginum, har eg skrivaði, at eg gjarna vildi gerast loyniligur partur av blogginum.

Í gjárakvøldið møtti eg so Aldu, Markusi, Sissal og Unu, so tey kundu læra meg at kenna, og avgera um eg var go ella no-go. Avgjørt bleiv, at eg skuldi gerast partur av Fjøllin Dansa, og tað eri eg sera fegin um.

Eg eri ein ungur drongur, hvørs gerandisdagar ganga fyri seg í Tórshavn, har eg búgvi. Nógv av frítíð mínari fer til ymisk ítriv m.a. spæli eg tónleik. Á Musikskúlanum í Havn nýti eg nógvar tímar um vikuna, so eg sum best kann menna um førleikar mínar innanfyri tónleik.
Sum flestøll ung gangi eg í skúla, og hóast skúladagar oftani gerast langir og myrkir, dámar mær sum heild væl at ganga í skúla(eg vil ikki fortelja hvar eg gangi í skúla, tí tað tá er lættari at fjala hvør eg eri)
Mær dámar væl at lesa, og eg havi ætlanir um, at ummæla summar bøkur eg lesi.

Oftani tá eg eri fangaður í mínum egnu tonkum, leggi eg til merkis, at tankarnir eg komi á, oftani eru undarligar og eftir mínum tykki spennandi. Eg ætli mær, at hesar tankar skulu seta sín dám á tað eg komi at hugleiða um við teimum 'greinum' eg ætli mær leggja út.

Vinarliga MLB



Handan Fjøllini Dansa - Markus
09.  Apríl 2013 - Markus


Eg varð føddur 9. oktober 1995 og doyptur Petur Markus Hammer, tó fekk eg mær eisini millumnavnið Josenius í 2009, sum er gentu- ella ættarnavnið hjá mammu míni. Eg eri bert ein vanligur føroyskur tannáringur, sum er spurin um lívið; nær byrji eg veruliga at liva? Eri eg longu byrjaður? Og hvat fari eg at halda, tá endin er mær nær? Hóast eg ofta hugsi slíkar hugsanir, royni eg mítt besta at liva í løtuni. Carpe diem, sum summi siga.

Í løtuni búgvi eg í Hoyvík og eri studentaskúlanæmingur í Hoydølum. Eg havi fleiri áhugamál, sum málfrøði, málvísindi, myndatøka, synging, samfelagsfrøði, politikkur, leiklist, matgerð o.a. Framtíðin er óvís, tó ætli eg mær at ferðast kring heim okkara, síggja og uppliva tær fjølbroyttu mentanirnar, sum vit eru so rík við. Eg vil ferðast til allar sjey heimspartarnar (higartil havi eg verið í Evropa (surprise surprise) og ein lítlan part av Ásia). Tann størsti dreymurin er at vitja Grønland, har eg eri ættaður.
Tað gekk øgiliga skjótt fyri seg, tá ið eg gjørdist limur av Fjøllini Dansa. Upprunaliga var ætlanin, at mítt ‘limaskap’ var ein partur av einum ‘apríl apríl bragdi’, men so varð eg spurdur, um eg veruliga vildi gerast limur, og sjálvandi játtaði eg. Fjøllini Dansa er jú, eftir mínari meining, ein sera tíðarbær og spennandi ungdómsblogga, og eg vil fegin hjálpa til, við at fáa ungdómsins orð út í heimin.

Tilvildarlig facts: Mær dámar væl at tyggja tyggigummi, tað kann bæði vera avslappandi og fáa meg at hugsa. Eg eri MEGA bundin av sjokulátu, tað havi eg altíð verið, eg elski sjokulátu! Eg sigi ‘mega’ rættiliga nógv. Eg elski summar og tiltøkini, ið verða hildin um summartíðina, sum G! og Ólavsøka, og at fara á fjall tá. Mær dámar væl pilates. Eg vænti, at eg ikki fari at duga væl at koyra bil, men tað fái eg so at síggja, tá tann tíðin kemur í heyst. Believe in yourself, Markus! Í skúlanum dámar mær best málsligar lærugreinar og landalæru. Eg havi trypofobi (og fekk sjúkt gásarhold, tá eg googlaði hetta fobiið.)

Eg spurdi eina vinkonu, um hon tímdi at lýsa meg, og hetta er tað, hon kom við: “Tín humor er eitt tað fyrsta ein leggur til merkis, tú ert stuttligari enn nakar á jørðini, um mann skilur tín humor. ‘Yolo’ er kinda títt motto. Tú hevur góðan klædnastíl, ja, góðan smag, tá tað kemur til klæðir. Tú ert ikki ofta seriøsur, men tá tú ert seriøsur og tú, til dømis, skalt skriva eina uppgávu, so er hon heilt forbankað væl orðað. Tú ert nokk so chill og virkar nokk so ''fríður'', altso, tá vit hava nógvar lektiur, so sigur tú bara ‘nobody's perfect...’ hjálpsamur! Hvat meira skal eg siga... lýsing við einum orði – cool! Tú ert sjálvandi eisini lekkur og fittur og ein sannur vinur!” Eg sigi bara: “Aww, mushy!”

Mítt navn er Petur Markus Josenius Hammer, og eg fari at enda við at skriva mítt yndissitat, sum er einkult, men umráðandi.

"If you are going through hell, keep going." - Winston Churchill



Handan Fjøllini Dansa - Una
8. Januar 2013 - Una

Eg eri Una Nielsdóttir Galán. Professionellur letingi, fulltíðar studentur og lista-enthusiast.

Tá eg sá, at Anny og Emilja (skaparinnurnar av Fjøllini Dansa) høvdu skriva á facebook-síðuna hjá FD, at tær sóknaðust eftir fleiri áhugaðum ungum at vera við, ivaðist eg ikki eina løtu, at hetta var nakað fyri meg. Eg sendi teimum við eitt eini boð, og tær góvu mær grønt ljós. Eg havi verið partur av Fjøllini Dansa síðan novembur 2012, og tað hevur verið mær ein sonn fragd at vera partur av FD frá fyrsta degi. 

Skúlalívið fyllur sera nógv av gerandisdegi mínum, men hóast tað royni eg eisini at fáa tíð til onnur ting, so sum at skriva, at spæla bass, myndlist, vinfólk og arbeiðið á Sirkus. Framtíðin liggur óklár fyri framman, men eg droymi um ein dag at flyta til Spania at læra málið, mentanina og sponsku familjuna at kenna.

Mínar stóru fyri myndir eru Tom Araya (Slayer) og Flea (Red Hot Chili Peppers). Báðir framúrskarðandi bassspælarar, ið eggja mær at halda á at spæla sjálv og menna meg innan tónlistina. Myndlistahetjur mínar eru nógvar. Eitt nú kann eg nevna Marcin Twardowski, Krist Mort, Magdalenu Pietrusińska - nei álvara, eg kundi hildið áfram í allar ævir!

Eg eigi ein frens, sum eitur Kons. Eg havi Colitis Ulcerosa. Eg eri kvartur spanióli. Eg elski at vera uppi um náttina. Eg elski yvirraskilsir og "last minute planning". Eg eri sera forvitin, men tori oftast ikki at spyrja ov nógv. Mær dámar best at geva og fáa heimagjørdar gávur, tað er nógv meira persónligt fyri meg. Mær dámar (alt ov væl) kaku. Tað besta við at koma heim úr útlandinum er at drekka reina, føroyska vatnið beint úr krananum.

Eg eri Una Nielsdóttir Galán. Ein typiskur tannárinur. Ein kiksað kliché.


"Una er tað fittasta, deiligasta menniskja á jørð. Hon er serstakliga kreativ og eisini sera dugnalig.

Vit hava havt suuper nógvar brekaðar, stuttligar, merkuligar, meiningsleysar løtur saman, tær hava tó allar verið mega góðar og læruríkar.

Vit eru so ymsarJa, vit eru sum hvítt og svart.
Men tað er tað, sum eg elski vit okkumeg kann vera tann, sum eg eri, tá eg eri saman við henni; hon dømir meg ikki. Hon dømir ongan. Hon elskar meg fyri tann, eg eri.

Til tey sum lesa hetta og ikki kenna Unu: Hon er fantastisk. Hon er so stuttlig og smílandi. Hon er altíð har, tá ein hevur brúk fyri henni. Og mann kann gera alt saman við henni. Einki er ov merkiligt."
- Jóna Olsen, mín besta vinkona

Handan Fjøllini Dansa - Anny
19. Desembur 2012 - Anny


Eg eiti Anny Djurhuus, og eri ein av skaparinum av Fjøllini Dansa. Alt byrjarði í summarfrítíðini 2012, tá eg og Emilja vóru í Danmark. Vit gjørdu ein stuttfilm um Dennis Agerblad, og brádliga kemur okkum í huga at byrja ein føroyskan ungdóms blogg. Síðani etableraðu vit okkum við Unu, Aldu og Sissal allar trýggjar dunaligar og kreativar gentur.  

Sum sagt eiti eg Anny Djurhuus, eg eri 15 ára gomul og búgvi í Runavík. Eg gangi í 9.fl, mínar planir til framtíðina síggja nakað soleiðis út : úr 9.fl og víðari á student, síðani til London ella Paris at læra myndalist, tá ið eg verið 40 verði eg landspolitikari, og tosi út til land og fólk. Eg vil síggja mest møguligt av heiminum. Men eg taki ein dag í senn, sjálvandi.

Mær dámar væl at røra meg, eg gangi til estetiskanfimleik. Eg dansaði nógv tá ið eg var yngri, og elskaði tað, ballet, jazz dace og hiphop. Men eftirsum vit  búðsettu okkum í Runavík, var einasti møguleikið at trena fimleik, ið lá tættast við tí eg var von við.

Míni áhugamál (út um fimleik) eru : Móti, myndalist, politik, poesi og so nógv annað. Mín áhugi í móta hevur altíð verið har. Eg minnist, eg teknaði eina dukkulisu, ið skuldi ímynda ommu, síðani teknaði eg klæðir til hana sum eg hevði sæð í mammusa damubløð. Her byrjar eisini mín áhugi í myndalist, ein mynd sigur mær so nógv, meira einn 1000 orð, sum man plagar at siga.

Politikkur hevur eisini stóran týdning fyri meg, eg haldi tað er all neyðugt at hava vitan um politik og fylgja við sum fragast, tað eru jú politikkarnir í byggja okkara samfegla. Eg eri limur í ungsdóms politikki, og gleði meg til at sleppa uppí part í landspolitikki.

Eg dugi so illa at beskriva meg sjálva, tí spurdi  eg eina vinkonu hvat hon helt. Hon segði : Forvitin um útheimin, poetisk og ein sera chill persónur í tekur alt slice, hugsi for nógv og havi lætt við at dagdroyma, tó kundi eg gerast ógvuliga illsindt. Havi eg eina meingin, so havi eg ein meinign. Kanska er tað rætt, satt at siga veit eg ikki.

“Random facts”
Eg gangi nógv inn fyri karma, og eg vil helst ikki kategoriserast, eg royndi sum best møguligt at vera mín egin. Eg elski tea, yndis tea mítt er Indiskt Chai tea. Eg elski Danmark, Bjørn Wiinblad, opera, indie rock, punk rock faktisk allan salgs rock, lugtin av kertiljósum, at ferðast, endurnýtsluhandlar, gomul bókssøvn. Kakir og mat. Mítt yndis sitat er av danska filisofinum Søren Kirkegaard, tað ljóðar sodan "Livet forstås baglænsmen må leves forlæns"