2.OKT.13 - ANNÝ
Halimynd mín: madonna
Eg hevði júst fingið ein walkman til mín 7 ára føðingardag, ið kundi spæla kassettbond og vanligar fløgur, hann var reyður og eg hevði hann við mær allastaðin. Tíðin fór mest við at finna nýggjar (gamlar) fløgur pápi og mamma hvødu liggjandi runt um. Eg kom fram á eina stóra strákurv við kassettbondum í, eg fann fleiri bólkar mær dámdi, men tað ið bergtók meg mest var ein kona við stórum hvítum hári sum sang "Like a virgin", tað var Madonna fann eg út av. Seinni fekk eg eisini loyvi til at eiga mammusa gomlu klisturmerkir, frá tá ið hon var tannáringur, eg var um at detta av stólinum, tá ið eg sá eitt klisturmerki við somu konu á, sum á kassettebandinum.
Tað sum fangaði meg við Madonnu var hennara klæðir og hár. Har var altíð so nógv at hyggja eftir, perlubond, krossar og blondu handskar.
Ikki tí eg hevði funni uppá at fari all in Madonna for a night nú í 2013, men hon hevur nógv at geva.
Ikki tí eg hevði funni uppá at fari all in Madonna for a night nú í 2013, men hon hevur nógv at geva.
No comments:
Post a Comment