08.SEP.13 - anný
Barndóms vinkonurnar Fait (Selena Gomez), Brit (Ashley Benson), Candy (Vanessa Hudgens) og Cotty (Rachel Korine) eru tær einastu sum eru eftir á næmingarheiminum, floksfelagarnir eru allir rýmdir suður til Florida á "spring break", og genturnar eru ørar eftir at sleppa við teimum, men tað kostar pengar. Brit, Candy og Cotty velja tí at ræna eina fast food matstovu, fyri at fáa pengarnir tær hava brúk fyri.
Tá tær eru komnar til Florida, koma tær beinavegin inn í hitan og spring break kulturin : drukk, drugs og endaleys ball. Faith heldur at Florida er tað mest spirituala staði hon hevur sæð og vitja, hon sigur við mammu sína, at hon hevur funni seg sjálva her.
Ein seinnapart fara genturnar til eina konsert at lurta eftir einum "drug-dealing-white-trash-rapper" - Alien, ið sigur at hann er frá rúmdini.
Seinni sama kvøld ballast tær á einum motelli saman við tveimum ókendum dreingjum, tað endar sum ein perugreytur, og øll verða handtikin. Dagin eftir skulu tær í rættina. Dómsnevndin gevur teimum tvær loysnir : Antin gjalda tey skaðan tey hava gjørt, ella verða tey sitandi tveir dagar afturat. Brit heldur á við at tær ikki hava penging nokk, so tær mugu sita tveir dagar afturat. Men til alla lukku fyri tær, eru dreingir tær eru settar inn við vinmenn hjá Alien, og hann er komin at gjalda teir úr. Og áðrenn tær vita av, hevur Alien eisini rinda fyri tær, men har er sjálvandi ein treyt, tær skulu búgva hjá honum.
Eg var rættuliga skeptisk tá ið eg sá hvør spældi við í filminum - ein bunki av Disney stjørnum - Selena Gomez og Vanessa Hudgens, alt tær minna meg um er High School Musical, men tá ið Harmony Korine stendur á oddanum, kann tað ikki ganga galið, hugsaði eg, og tað gjørdi tað ei heldur, Spring Breakers er bæði spennandi og bumbaður við íblástri.
No comments:
Post a Comment