Welcome To The Dollhouse
11. august 2013 - Anný






Mynd : Anný Djurhuus

Dawn Wiener er ein smæðinódámlig 12 ára gomul genta úr 7.flokki, einasti vinur hennara er lítlið Ralphy úr 5.flokki, tey bæði hava eitt klubhús úti í havanum hjá Dawn og teimum har tey fortelja hvørjum øðrum dusmál.  
Eldri beiggi hennara Mark er ein nasagjarvur high school nørdur, sum spælir klarinet í einum bólki, við flotta Steve Rodgers,  ið er dreyma prinsurin hjá Dawn, hon biður hvørt kvøld til Vár Harra at tey skulu finna saman. 
Systurin Missy gevur hana pest, hon er forkela og hevur snúra mammuna um lítlafingurin. 
Ein ótangi úr hennara flokki - Brandon, høttir hana við at neyðtaka hana, hóast alt gerast tey par til endans.
Hetta kann væl ljóða sum ein barnagtigur rotin filmur, og ta∂ er hann uttan iva eisini, men hann er gó∂ur hóast alt.
Filmurin Welcome To The Dollhouse var spældur inn í 1995.  

No comments:

Post a Comment