Fyrstu ferð eg moggaði - Nº2
05. august 2013 - Dulnevnt

Tað er løgið at hugsa um tað, tí tað virkar so langt úti í verðini síðani. Tað er eisini langt síðani! Tað var áðrenn summarið í 2010, ið so vil siga at eg ikki havi verið meira enn 14 ára gomul. Harra mín gud, eg var lítil, men tað helt eg ikki tá. Onkrar av mínum vinkonum høvdu eisini roynt tað, so tað kundi ikki verið so galið, hugsaði eg. 
Tað byrjaði við, at eg hevði skrivað saman við einum dreingi, ið var ein árgang eldri enn eg, og vit gingu á sama fólkaskúla. Vit høvdu gott eyga á hvørjum øðrum - ella eg hevði ið hvussu er gott eyga á honum. Eg veit ikki. Tað leiddi so til, at eg skuldi koma og vitja hann til ein drekkamunn, og so skuldu vit hyggja eftir einum filmi. Eg minnist, hvussu tað kitlaði í búkinum, tá ið hann tók í hondina á mær. One thing lead to another.. Eg skuldi tíðliga upp og í skúla dagin eftir, so eg fór heim til gongu. Eg fór so ikki í skúla dagin eftir allíkavæl, tí eg var simpulthen so flóð. Eg gloymdi tað skjótt aftur, tí at eg bleiv liðug við 9. flokk tá - og fekk fleiri mussar tað summarið, men aldrin aftur frá dronginum, sum eg var saman við fyri fyrstu ferð!



No comments:

Post a Comment