Ein listi- Honey Boo Boo
Her er ein listi yvir
alt sum kann hugsast - eitt lítið síðuspring bloggurin kann síggja undaligur út vegna umvæling
1# Pretty In Pink
Pretty In Pink er
allarhelst mest kliché chick flick filmurin í heiminum. Andie gongur í High
School, hennara status er í botn tí hon er kiksa og fátøk, mamma hennara er
rýmd og kemur aldrin aftur. Men knappliga far ein ríkur og flottur drongur eyga
á hana, og restina kunnu tit væl sagtans gita. Men hóast at hann er so tiltikin
uppá allarmátar, er hann líka góður hvørja fer.
yndis partur !
2# Toddlers & Tiaras
Vanliga hyggi eg
als ikki eftir reality shows, eg haldi tað verða tápuligt og so langt frá
verðuliga verðuleikanum, sum tað jú sigur seg at vísa. Men so sá eg eitt klipp av
einari fittari lítlari gentu "Honey Boo Boo Child", og eg var horvin
burtur í reality rokinum. Toddlers & Tiaras er ein sending um
tann undarliga heimin "of the child beauty pageants", um
genturnar ið luttaka, og (til tíðir tær ræðandi) mammurnar sum melda børn
síni til.
Um Toddlers
& Tiaras ikki er high-class drama, veit eg onki. Stórt uppsett
hár. Familju stríð (Daddio Cool heldur tey nýggju klæðini eru íso
"bondage-y"). Kjólar fyri fleiri túsund krónur. Risa stórar diamant
krúnur. Backstage catfights.
Hetta
er mikrokosmos, ein pinkalítil heimur við stjørnum, ið ikki duga at
undirskriva sítt egna navn enn. Hetta er ræðuligt, hetta er fantastisk, hetta
er reality sjónvarp av tí fínasta.
3# Drew Barrymore og annað íbastur
Drew Barrymore í
hennara ungu døgum er mín størsta íblástrar kelda fyri tíðina. Hon var tann
kulasta við myrkum varrum og blómur í hárinum.
#4 Tónleikur
Karla Devito - We Are Not Alone
Kim Wilde - Kids In America
Madonna - Like A prayer
Roxette - She's Got The
Look
Cyndi Lauper - Girls just
wanna have fun
-Anný
No comments:
Post a Comment