Æviga myrkrið hevur svölgt meg
04. juni 2013 -  Una



veruleikin er samansettur
av lygnum
sum ikki finna vegin heim
míni gloymdu dulsmál
sníkja seg aftur fram
trýsta og troka
kenna ikki friðin
lurta og tú hoyrir
tögn
hvört ljóð pínir kvirruna
blöðandi sælan
stingur meg langt undir húðina
so at eg vil skríggja
steðga á og andað
finn aftur fótafesti
sum tú misti
burtur
gloymt



1 comment:

  1. Meira av hesum!! so kul og flott yrking!

    ReplyDelete