Víkingar hitta egyptiskan heidning
16. mai 2013 - Una
Herfyri varð Týr-fjepparum kunngjört, at Kári Streymoy er farin úr fólkatungmálmsbólkinum vegna ryggskaða, sum hevur givið honum trupulleikar við trummingini.
Í gjár varð avdúkað hvör hevur traðkað inn á trummusess Kára, meðan Týr tekur upp nýggja plátu. Hetta er nevniliga George Kollias, sum flest öll málmshövd vita hvör er. George er 35 ára gamal grikki, sum er serliga kendur fyri feita trummuspæl sítt við Nile. Tekstirnir hjá tekniska deyðatungmálmsbólkinum Nile (stovnaður í 1993) eru hugvaktir av fornaldar egyptiskari sögu, átrúnaði, dulspeki og list. Sermerkt við tónleikinum er ógvuliga ferðin og torgreindin.
Kenslurnar eru blandaðar millum garvaðu málmshövdini, um nýggja avloysaran, men reaktiónirnar, eg havi hoyrt, frá teimum flestu, hava verið ógvuliga jaligar. Sjálv ivist eg onga lötu í, at George ger eitt megnar arbeiði og lyftir trummuspælið á nýggju Týr plátuni upp á eitt heilt nýtt stöði.
FUCK tað er feitt!!!!
ReplyDelete