Streetart í Føroyum hevði komið væl við
5. mai 2013 - Anný
5. mai 2013 - Anný
Í Berlin er streetart aldrin keðuligt ella inaktiv. Har er altíð nógv nýtt,
merkisverdigt og spennandi list úti á gøtuni.
Eg havi aldrin áður sjálv verið í Berlin, men skjótast gjørligt taki eg fyrsta
flogfar, og taki býin við storm. Tó havi eg lisið alt, sum til ber, um Berlins
grafiskugøtur, og eg kann klárt viðmæla øll – áhugaði innan streetart ella ikki- at hugnema Berlins flotta, áhugaverda og
virðingarverda streetart miljø-
Eg haldi at streetart er ótrúliga
flott, eg haldi eisini tað gevur eitt so gott huglag í gøtumyndini. Tað
hevur eina vissa sjarmu, ið gevur einum eina meira listaliga fatan av býnum.
Tað er júst tað vit mangla í Føroyum. Streetart á gomlu húsaveggjarnar
hevði verið feitasta nakrantíð.
Sjálvandi síggji eg væl, hví summi halda tað verða herverk, men um vit nú
kunnu finna út av, at gera okkurt ið er vert at hyggja at, ella okkurt sum gevur
okkum eina serstaka fatan, vil eg frámerkja tað sum list, ið eg eins heldur
ikki síggji sum herverk. Nú mugu tit ikki misskilja meg, eg meini ei heldur at vit her eftir skulu ganga "nuts" og fanatisk mála býin ælabogans litir, og skriva alt møguligt diskriminerandi lort á privat hús, um eigari ikki hevur hug til tað. Men vit burdu haft eitt stað, har tað var lógligt at útrykkja sína listaligu síðu.
Ein chill sangur til hetta so fagra sunnudagsveðri
No comments:
Post a Comment