Buffalo '66
14. mai 2013 - Anný 




Buffalo '66 (1998) er ein løgin og  fløkjaligur filmur. Billy Brown hevur sitið inni í 5 ár, fyri nakað hann ikki hevur gjørt. Nú er hann sloppin út úr fongslunum, og skal vitja foreldruni, ið onki vita um at hann hevur sitið inni, tey halda bara hann hevur verið og arbeit fyri ríkisvaldið. Gjøgnum eitt uppkall fortelur hann eina lygn, um at hann tekur sína konu "Wendy" heim við, so tey kunnu heilsa uppá nýggju svigerindina. Júst tá hann leggur horni á, sær hann ungu Laylu (Christina Ricci), hann kidnappar hana og noyðir hana at spæla Wendy. 





No comments:

Post a Comment