Young stupid mind - OutfitN°3
30. Januar 2013 - Sissal
Eg hevði bestan hug at verða liggjandi í mínum náttklæðum í
morgun. Men upp noyddist eg, út í regnið og í skúla.
Ofta verða kjólar settir í samband við summarhálvuna,
men eg haldi ikki, at nakað er betur enn at fara í ein kjóla, tá tað er kalt og myrkt.
Hann kann altíð gerast meira vetrarvinaligur við einari heitari kardigan og
ullintum sokkabuksum.
So í morgun, tá eg ynksti mær sól og summar, leitaði eg mær
ein av mínum heldur summarligu kjólum fram. Tað er ein grønur og hvítur mynstrutur kjóli við høgari útskering úr H&M. Uttan á var eg í einari bundnari, svartari troyggju úr Events.
Kjólin gjørdi mín dag
eitt sindur bjartari, men tað skal meira til enn so, áðrenn eg komi úr mínum vetrar
tunglindi…
No comments:
Post a Comment