Ummæli: Jagten
29. Januar 2013 - Sissal & Una

Skunda tær oman í biografin, tí í løtuni gongur ein sonn perla av einum donskum filmi.
Vit fylgja 40 ára gamla Lucasi, ið býr í einari friðsælari bygd í Danmark. Hann er júst komin ígjøgnum ein hjúnarskildna og berjist fyri at fáa foreldramynduleika yvir son sín. Men so gongur alt galið. Eitt barn, sum gongur á dagstovninum, har Lucas arbeiðir, finnur uppá eina lygn. Í umhvørvinum, har øll kenna øll, spreiðist lygnin skjótt og ringt er at skilja frá leysasøgum og sannleika.
Til endans eru bert fá, sum standa við lið Lucasar í stíðinum um sannleikan.
Filmurin hevur verði nomineraður til fleiri flottar virðislønir. Millum annað hevur Mads Mikkelsen vunnið eina væl uppiborna Best Actor virðisløn á Cannes Film Festivalinum.
Vit kunna sterkt viðmæla henda filmin, ið fær ein til at hugsa leingi eftir teppið er follið. 


Jagten Trailer (The Hunt) from Nordisk Film ShortCut - CPH on Vimeo.

Fjøllini Dansa geva fimm av seks møguligum Fjøllum.

No comments:

Post a Comment