Make me up
30. Januar 2013 -  Anny


Eg havi aldrin áður haft stóran hug at brúka nógvar pengar uppá sminku. Ei heldur havi eg nógv skil fyri tí, eg smekkið tað nemmasta á. Men so ein dagin, hugsaði eg, um tað verðuliga skal verða, so skal tað verða gott. Clinique er gott, nei bíða meira enn bara gott, tað er veldugt. Tað fer ongan veg, situr á ein heilan dag. Mín fasta rutina, er bert eitt sindur av concealer undir eyguni og støð har tað er brúk fyri tí, eygnabrýdnar tekni eg eitt sindur upp so tær gerast meira markantar ( men alt við máta sjálvnadi ), so er tað eygnavippurnar sum eiga tørn, tær boyggi eg við einum eygnavippuboyggjarna, og greiði tær líka ígjøgnum við mínum Nielens Jord eygnavippubust. Her verður onkin maskara brúk, um tað verðuliga stendur á so gevi eg tað sjálvandi eitt lítið skup, men til gerandisdagar sigi eg KEEP IT NATURAL. Eg pissi eitt sindur á mítt principp tá ið eg sigi keep it natural, eg elski at lita varranar bordeaux, tað er alt eg dugi, míni make up kynstur eru ikki í hópatalið.

No comments:

Post a Comment