Kristoffer Borgli - Real life exp.
23. Januar 2013 - Anny

Tann norski leikstjórin Kristoffer Borgli hevur, saman við dj'inum Lindstrøm, gjørt ein stuttfilm um tvær ungar gentur, ið vera læstar inni í eini svimjihøll, á ein ófrágreiðuligan hátt.  Kristoffersa altíð so poetiska og vakra myndatala koyrir frítt spæl í hesum 10 min visuella undrinum. KRISTOFFER BORGLI | REAL LIFE EXP.




Upptøkurnar til stuttfilmurin "Real Life Exp."  tóku bert 8 tímar. Upptøkurnar vóru tiknar í einari kaldari 60'ara svimjihøll, har tvær gentur ( Emma Aars 17 og Molly Bring Uddén 18 )  royna at fáa tíðina at ganga. Tær dansa, gráta í kommando, tosa um dreingir, recitera fronsk orð og fortelja søgur um kidnappaðar pingvinir. Tað er ein vakur meditativur stemmningur gjøgnum allan filmin, og Kristoffur far enn eina ferð frágreitt eina pirrerandi søgu, á tann fínasta minimalistiskan hátt. 

Kristoffer Borgli hevur áður arbeitt við tónleikið sum "The Golden Filter" og "CASIOKIDS", og í báðum førum situr ein eftir við einari kenslu av gjøgnumført synergi.










Real Life Exp. on Nowness.com.

No comments:

Post a Comment